Søgan

Um fólkateljingina

Manntal var ein hending, har farið var í hvørt hús í landinum við tí fyri eyga, at tekna eina breiða og neyva hagtalsmynd av Føroyum. Á eini slíkari fólkateljing ber til við hagtølum at lýsa landið út í æsir og gera samanberingar við onnur lond. Alt tilfarið, sum verður savnað inn, verður brúkt til hagtøl og einki annað.

Væl grundað vitan

Henda frágreiðing bleiv latin Løgtinginum í februar 2010, endamálið var at lýsa ”Fólkateljingina 2011” At lýsia eina framtíðarmynd, hvussu fólkateljingar í framtíðini kunnu gerast burtur úr almennum grundskráum.

ST um fólkateljingar

Øll londini í heiminum fremja hetta javnan, við 5-10 ára millumbilum.
Manntal gevur neyv hagtøl um íbúgvar, húski og býli í einum avmarkaðum øki ella einum ávísum aldursbólki. Bert við eini fólkateljing ber til at lýsa viðurskiftini í minstu smálutir, tí komið verið í hvønn krók. Ein fólkateljing finnur eisini sjáldsom fyribrigdi, meðan ein spurnakanning til eitt úrval av landsins íbúgvum ikki røkkur út til hvønn einstakan persón og hvørt hús og hvørja bygd.

Síður

Subscribe to RSS - Søgan