Atgongd til ikki almannakunngjørdar upplýsingar

Hagstovan hevur við hagtølum frá fólkateljingini tilfar at leggja fram alment.

Granskaraatgongd

Harumframt verður møguligt hjá granskarum at fáa atgongd til ikki almannakunngjørdar upplýsingar til hagfrøðiliga viðgerð við teirri fortreyt, at Hagstovan kann góðkenna dátutrygdina undir viðgerðini.

Ein treyt verður, at viðgerðin av grundupplýsingum fer fram á Hagstovuni. Onnur treyt er, at granskarin lýkur somu trygdarkrøv sum starvsfólk hjá Hagstovuni, sum viðgera grundupplýsingar. Harumframt verða serligar treytir fyri granskarar, sum ikki hava starv á Hagstovuni. Kravt verður m.a., at ein granskari er partur av góðkendum granskaraumhvørvi, ella at granskingin verður fyristaðin av granskara í góðkendum granskaraumhvørvi.

Seruppgerðir

Umframt hagtølini, sum verða løgd fram alment, verður møguligt at fáa gjørt seruppgerðir av hagtølum, møguliga eisini samkoyrd við aðrar upplýsingar. Hagstovan tekur samsýning fyri tílíkar uppgerðir, sum krevja arbeiðstíð. Sí brot um prísir fyri tænastur.