Orðalýsingar

A B D E F G H I J K L M N O Ó P R S T U Ú V Y Ø Æ

A

 

 Arbeiðsfjøld

Arbeiðsfjøld eru øll, 15 til 74 ára gomul, íð eru virkin á arbeiðsmarknaðinum, tvs. eru í arbeiði sum løntakarar ella sjálvstøðug ella hjálpa til í arbeiði eitt minstatal av tímum um mánaðin, ella eru arbeiðsleys, sum eru virkin at leita sær arbeiði og eru tøk at taka arbeiði uppá seg.

Arbeiðspláss

Arbeiðspláss á landi eru eyðmerkt við postnummari, og kunnu tí skipast í bygdar-, býar- og sýslueindir.

Arbeiðsplásstødd

Arbeiðsplássstødd sipar til talið av starvsfólkum. Á stórum arbeiðsplássum sipar hetta til einstøku deildirnar.

Arbeiðsstað

Arbeiðsstað sipar til, um arbeiðsplássið er á landi, heima, á sjónum, uttanlands v.m.

Arbeiðsstøða

Arbeiðstøða kann verða løntakari, arbeiðsgevari, sjálvstøðugt vinnurekandi ella hjálp í familjufyritøku. Hartil koma støðurnar, at man ongantíð hevur arbeitt ella er undir 15 ár og harvið undir arbeiðsaldri.

Arbeiðsvika

Ein arbeiðsvika er vanliga tímatalið eina fulla arbeiðsviku. Í Føroyum er ein vanlig arbeiðsvika 40 tímar, men í sáttmála millum partarnar kann arbeiðsvikan verða styttri.

Arbeiðsvirkni

Í spurninginum um arbeiðsvirkni eru tríggjar støður:
1) arbeiðsvirkin, 2) arbeiðsleys og 3) uttan fyri arbeiðsmarknaðin.

B

 

Bátur tøkur

Tøkur bátur er spurningurin, um húskið ella nakar í húskinum eigur bát ella hevur atgongd til at brúka bát, sum onnur eiga.

Bústaðarøki í støddarbólkum

Her verða hugsað um samanvaksin bústaðarøki, tvs. býlingar ella bygdir, har bygt er so tætt upp at hvørjumøðrum, at tað ongastaðni er meir enn 200 m. millum hús. Sum dømi kunnu vit nevna Sandavág og Miðvág, ella bygdir inni á eystara armi á Skálafjørðinum, har ongantíð slitnar ímillum. Annað dømi er Norðasta Horn í Havn, ið liggur leyst frá restini av býnum

Bústaður

Bústaður er plássið, har man býr, og verður gjørt upp í bygd og býir ella sýslur

Býarøki

Sipar til altjóða uppbýtið millum "urban" og rural" øki. Av góðum grundum er markið í Føroyum sett lágt við 1.500 fólk. Búgva 1.500 ella fleiri, tosa vit um býarøki, og eru tað færri, tosa vit um bygdarøki

Býli

Eitt býli er ein bústaður, har eitt húski býr við egnari sjálvstøðugari adressu. Tað kunnu vera fleiri býli í einum bygningi.

Býlisslag

Býlisslag kann vera eini sethús, rað- ella randarhús, ein íbúð í einum sethúsum ella øðrum bygningi, ein húsvognur e.a.

F

 

Familja

Ein familja fevnir um tveir ella fleiri persónar í sama húski, ið eru knýtt at hvørjum øðrum við familjubondum, so sum hjún og samlivandi makar, við ella uttan børnum, og eitt einstakt foreldur við einum ella fleiri børnum.

Ein familja er sostatt ein kjarnufamilja, t.v.s. eitt par, við ella uttan børnum, ella einstakt foreldur við børnum, ella ein víðkað familja, tá eisini onnur skyldfólk sum ommur, abbar og systkin eru í húskinum.

Eitt barn í hesum sambandi er sonur ella dóttir (biologisk, stjúk- ella ættleidd, uttan mun til aldur ella hjúnastøðu) sum býr í sama húski sum annað ella bæði av foreldrunum, og ikki sjálv/ur hevur maka ella børn í húskinum.

Familjuslag

Alt eftir skyldskapinum í familjuni tosa vit um ymisk familjusløg, so sum kjarnufamilju, ið bert fevnir um foreldur og evt. børn, og samansetta og víðkaða familju, tá onnur skyldfólk eru við.

Familjustøða

Familjustøða kann verða maki, hjúna- ella samlívsfelagi, stakur, barn hjá familjulimum o.a.

Familjustødd

Í familjustødd telja øll við í familjuni, sum búgva og liva saman í sama býli.

Felagsbýli

Felagsbýli kann vera eitt ellis- og røktarheim, eldra- o.o. sambýli, herberg, lærlinga- og næmingaheim, kollektiv o.l., har einstaklingar ella pør búgva í hvør síni íbúð ella kamari men við ymiskum felags fyriskipanum í sama felags býlisbygningi.

Føðiland

Fólk, sum eru búsett í Føroyum, kunnu vera fødd í øðrum landi.

Førleiki

Førleiki ella virkisførleiki er í hesum sambandi ein spurningur, um fólk halda, at teirra dagliga virki er avmarkað av einum heilsutrupulleika ella breki, sum hevur varað ella vantandi fer at vara í minsta lagi 12 mánaðir.

Føroysktførleiki

Føroysktførleiki er, hvussu væl tey skilja ella duga at tosa føroyskt, ið ikki hava føroyskt sum móðirmál.

Frítíðarbústaður

Frítíðarbústaður er spurningurin, um húskið hevur atgongd til frítíðarbústað í Føroyum ella uttanlands. Hetta kann verða summarhús, húsvognur ella húsbátur.

Fyrsta mál

Fyrsta mál er tað fyrsta málið, vit lærdu at tosa.

H

 

Heilsa, heilsustøða

Heilsustøða snýr seg her um, hvussu fólk sjálvi lýsa sína heilsu at vera, meir ella minni góða í mun til teirra aldur.

Hjúnastøða

Hjúnastøða kann vera gift(ur), fráskild(ur), einkja ella einkjumaður og ógift(ur).

Húsfólk

Húsfólk eru tey, ið búgva saman í einum húski.

Húskisslag

Húskisslag: hvussu húskið er samansett, við einum ella fleiri vaksnum, við ella uttan børnum, og hvussu tey eru til aldurs og kyn.

Húskisstøða

Húskisstøða kann vera húsfaðir, húsmóðir, samlívsfelagi, barn, stakur/støk, ikki í familju við hini í húskinum o.s.v.

Húskisstødd

Húskisstødd er tali av fólki í húskinum.

Húsligt arbeiði

Kann verða vask, mat- og reingerð, umvæling o.a., sum hoyrir til húsligt arbeiði.

I

 

Inntøkukelda

Inntøkukelda er spurningurin um, hvat var tann mest týðandi keldan til lívsins uppihald í seinasta 12-mánaðar skeiðinum, so sum arbeiðsinntøka, pensjón, stuðul ella annað.

K

 

Koyristóla-umstøður

Koyristólaumstøður er í hesum sambandi spurningurin, um ein metir, at umstøðurnar eru so á arbeiðsplássinum, at ein kann arbeiða har í koyristóli.

L

 

Leiðari

Leiðari er í hesum sambandið ein, sum skipar fyri arbeiðinum á einum arbeiðsplássi ella eini deild.

Lestrarháttur

Lestrarháttur kann verða útbúgving á útbúgvingarstaðnum við fullum ella avmarkaðum møtitíttleika, og tað kann vera sum fjarlestur um netið ella sjálvlesandi heima.

M

 

Matískoyti

Matískoyti er spurningurin um, hvørji matískoyti húskið hevur fingið ella sjálvt útvegað sær seinastu 12 mánaðirnar. Tvs. t.d. fisk, seyð, grind, epli ella annað, sum ikki er keypt í handlinum.

O

 

Ognarviðurskifti

Býli kann vera ogn hjá húskinum, ella lutvíst ogn (sum t.d. lutaíbúð), ella leigað, ella tilhald uttan nakað gjald.

Ó

 

Óarbeiðsføri

Óarbeiðsføri er støðan, tá varandi sjúka ella brek gera, at ein ikki kann vera virkin á arbeiðsmarknaðinum.

P

 

Pendla, pendling

At pendla er at ferðast dagliga millum bústað og arbeiðspláss, tá hesi ikki eru í somu bygd ella býi.  Arbeiðspláss kann eisini verða lærupláss, skúli ella útbúgvingarstað.

R

 

Ríkisborgaraskapur

Ríkisborgarskapur, ið eisini verða kallað statsborgaraskapur ella heimarættur, er løgfrøðiliga tilknýtið hjá einum persóni til eitt land ella ein stat, við øllum teim borgarligu, politisku og sosialu rættindum og skyldum, ið eru heimilaðar í landsins grundlóg. Av tí at Føroyar eins og Grønland eru lond í danska kongaríkinum, hava føroyingar og grønlendingar danskan ríkisborgaraskap.

S

 

Samkomutilknýti

Fólk kunnu vera limir í ella hava tilknýti til fólkakirkju, fríkirkju ella samkomubólk, og tey kunnu hava meir og minni fast tilknýti til fleiri av hesum - ella als ikki hava tilknýti til nakrað kirkju ella samkomu.

Samlívsstøða

Samlívsstøða: at liva saman í parlagi uttan at verða gift, ella ikki vera í parlagi.

Skiftisbúðstaður

Her varð spurt, um fólk høvdu annan bústað, har tey høvdu bú meira enn 30 dagar seinasta árið. Tað kunnu vera børn, ið búgva upp á skift hjá skildum foreldrum, ella annar bústaður í smb. við arbeiðsørindi, skúla, umlætting, sjúkraviðgerð, summarhús ella annað.

Starv, starvsheiti

Starv ella starvsheiti er tað ítøkiliga starvið, so sum námsfrøðingur, reingerðingsfólk, dekkari, bilmekanikari, arbeiðsfólk á fiskavirki osv.

Stovnshúski

Stovnshúski er fólk sum búgva og liva í hvør síni íbúð í einum felagsbýli, sum t.d. í einum sambýli ella røktarheimi.

Sýsla

Føroyar eru býttar upp í 7 sýsluøki: Norðoyggjar, Eysturoy, Vágar við Mykines, Sandoy við Skúvoy og Dímun, Suðuroy og so Streymoy, sum er býtt í tvey um Hórisgøtu: Norðstreymoy og Suðurstreymoy við Nólsoy, Hestoy og Koltri.

T

 

Tilflytiár

Nógv av teimum, sum búgva í Føroyum, eru flutt higar úr øðrum londum, ella eru flutt aftur higar, eftir at hava búð uttanlands í longri ella styttri tíðarskeið.

Tjóðskapur

Fólk eru spurd um, hvussu tey lýsa sín tjóðskap. Grundin er, at tjóðskapur er ikki altíð tað sama sum ríkisborgaraskapur, og tað kunnu verða partar av ella lond í einum ríki, har fólk kenna seg at hava sín egna tjóðskap.

Tøkur bátur

Tøkur bátur er spurningurin, um húskið ella nakar í húskinum eigur bát ella hevur atgongd til at brúka bát, sum onnur eiga.

Trúgv

Trúgv snýr seg um, hvønn átrúnað ella trúarrætning ein hevur, sum t.d. kristindóm, islam, jødadóm ella buddhismu, ella um ein onga trúgv hevur.

Tungumál

Tungumál snýr seg um, hvat var fyrsta málið, vit lærdu at tosa, og hvussu væl tey duga føroyskt, ið ikki hava føroyskt sum móðirmál

U

 

Umsorganararbeiði

Hetta er spurningur um ólønt røktar- ella umsorganararbeiði, so sum at hjálpa sjúkum, gomlum ella brekaðum, heima ella uttan fyri heimið.

Uppruni

Uppruni snýr seg um, hvørjum landi ein sjálvur ella foreldur eru fødd í.

Ú

 

Útbúgving, útbúgvingarheiti

Umframt at fólk eru spurd um 9 ítøkilig útbúgvingarstig, eru tey eisini spurd um teirra ítøkiligu útbúgving eftir útbúgvingarheiti.

Útbúgvingarstig

Tá talan er um útbúgvingarstig, er útbúgving flokkað í 9 stig, frá grundskúla og framhaldsskúla upp í hægstu vísindaútbúgving

V

 

Vinna, vinnugrein

Vinna er tær ymisku vinnugreinarnar, so sum fiskivinna, ídnaður, handverks-, handils-, flutnings- o.a. privatar tænastuvinnur, almennar tænastuvinnur osv.

Vinnutíttleiki

Vinnutíttleiki er arbeiðsfjøldin í % av øllum fólkatalinum í vinnuførum aldri, t.v.s. frá 15 til og við 74 ár.  Arbeiðsfjøldin er, sum lýst fremst í hesum orðalistanum, tey ið eru virkin ella tøk á arbeiðsmarknaðinum.

Virkisavmarkandi heilsa

Virkisavmarkandi heilsa er spurningurin, um heilsustøðan er avmarkandi fyri virkisførleikan.

Virkisførleiki

Virkisførleiki er í hesum sambandi ein spurningur, um fólk halda, at teirra dagliga virkið er avmarkað av einum heilsutrupulleika ella breki, sum hevur varað ella væntandi fer at vara í minsta lagi 12 mánaðir