Søguliga gongdin í fólkatalinum frá miðøld til nútíð

Ein lýsing av søguligu gongdini í fólkatalinum í Føroyum hevur ikki rættiliga fast undir fótum fyrr enn seint í 18. øld. Fyrsta almenna fólkateljingin er í 1769, og tvær tær næstu eru við tríati ára millumbilum. Síðani eru tær regluliga við 5-10 ára millumbilum fram til okkara dagar, har fólkayvirlit o.a. skráir eru haldgóðar keldur við fjølbroyttum upplýsingum. Fyri tíðina áðrenn fólkateljingarnar eru nakrar einstakar metingar, men keldurnar eru fáar og spjaddar og óvissan stór.

Hvussu fólkatalið hevur verið tær fyrstu 5-6 øldirnar frá landnáminum vita vit ikki. Onkrar ásetingar í Seyðabrævinum frá 1298 eru tó, sum greitt miða eftir at avmarka náttúrligan fólkavøkstur (m.a. at fólk skuldu eiga trý neyt fyri at sleppa at seta búgv), og kann tað benda á, at fólkatalið hevur ligið á einum støði, sum landið kundi bera undir tátíðar samfelagsviðurskiftum.

1327: 270 húski og 3-4.000 fólk
Fyrsta metingin av fólkatalinum sigur, at um ár 1330 búgva eini 4.000 fólk í Føroyum. Hetta heldur Anton Degn seg kunna siga út frá søguligum skjølum frá ár 1327 um sonevnda “Rómaskattin” í Føroyum (A. Degn 1932). Hann kemur fram til, at tað eru um 270 húski í Føroyum tá. Tá hann so roknar 15 fólk til hvørt húski, verður fólkatalið um 4.000. Rolf Guttesen heldur talið 15 vera høgt. Setir man tað til 10, verður fólkatalið um 2.700 fólk (R. Guttesen 2010). Hvat boð vit so brúka, er greitt, at tað er rættiliga óvist. Í yvilitið er sett eitt miðaltal uppá 3.500 fólk.

Hetta er beint undan Svartadeyða, sum herjaði um alt Europa í árunum 1347-50. Søgufrøðingar halda, at hóast tað var ymiskt, sum hon rakti frá einum stað til annað, so var tað sum heild um ein triðingur av fólkinum, ið doyði av farsóttini. Hvussu var í Føroyum, vita vit ikki. Tað eru nógvar søgnir um bygdir, ið vóru avtoftaðar av Svartadeyða, men tað er ongin søgulig skjalprógvan av nøkrum slag, um at Svartideyði gjørdi um seg í Føroyum.

 

1600: 3.200 fólk – hálvtriðja øld uttan fólkavøkstur
Tí tá vit aftur hava eina meting av fólkatalinum um ár 1600, liggur tað framvegis heilt niðri á eini 3.200 fólkum. Tað siga tvær metingar, sum styðja hvørja aðra sera væl. Tann fyrra er eftir Arnbjørn Mortensen, sum út frá jarðarbókum roknar seg fram til, at fólkatalið tá var 3.205 (A. Mortensen 1954). Seinna metingin er eftir R. Guttesen (2010), sum út frá skjølum við sonevndum “Kongstíggjundalistum” sum grundarlag roknar fólkatalið um sama mundi at vera 3.180 fólk. T.v.s. at A. Mortensen og R. Guttesen út frá hvør sínum metingargrundarlagi koma fram til sama úrslit.

1650: 2.500 fólk – hóttafall fyri land og fólk
Langt inn í øldina tykist tann vánaliga gongdin í fólkatalinum bert at versna. Fólkatalið minkar so álvarsliga, at í 1650 er tað komið heilt niður á 2.515 fólk, smb. meting hjá Rolf Guttesen (2010). Hetta er ein gongd, har landið og fólkið hevur verið fyri veruligum hóttafalli, óiva merkt av verri veðurlagi (“lítla ístíðin” nevnist ofta hetta tíðarskeiðið), við fellisárum og óiva við viknaðum mótstøðuføri í fólkinum móti afturvendandi farsóttum.

1710: 3.600 fólk – vend er komin í
Tann skeiva gongdin vendir tó aftur til framgongd í seinnu helvt av 17. øld (vanliga nevnd Gablatíðin), tí frá 1650 til 1710 veksur fólkatalið úr umleið 2.500 til 3.600 (R. Guttesen 2010). Nústani tá er fólkatalið komið upp á sama stig, sum eini 400 ár frammanundan.

Vøksturin í fólkatalinum heldur fram í 18. øld. Við støði í upplýsingum um fødd og deyð í kirkjubókum o.ø. skjølum hevur Bergur í Garði rekonstruerað fólkatalið frá fólkateljingini í 1801 aftureftir til 1720 (B. í Garði 1984). Sjálvsagt er óvissan størst um tey elstu tølini, men talrøðin bindur væl saman millum 1710 (hjá R. Guttesen) og fólkateljingarnar í 1769 og 1801.

1769: 4.773 fólk – umfarssjúkur støðga fólkavøkstrinum
Í 1720 er fólkatalið roknað til um 4.000 fólk eftir hesum háttinum. 25 ár seinni er tað komið upp á 4.500 fólk, og aftur 25 ár seinni við fólkateljingina í 1769 – er talið um 4.800 fólk. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at alt fólkið í Føroyum er talt við eina almenna fólkateljing.

Eitt afturstig hevur verið í fólkavøkstrinum frá 1775 til 1785. Í sínum kendu “Indberetninger” hevur J. Chr. Svabo uppgerð av fólkatalinum út frá kirkjubókum, og kemur til 4.409 fólk í Føroyum í 1782 - tvs. 364 fólk færri enn við fólkateljingina 13 ár frammanundan. Fyri sama árið 1782 hevur Bergur í Garði 4.630 fólk – tvs. ikki so stórt fall, men tó ein minking upp á 79 fólk.

Afturstigið kemst óiva av, at í 1775 var ein hervilig influenza, sum gjørdi at deyðstíttleikin tvífaldaðist upp í 35‰ (deyð pr. 1.000 íbúgvar). Og aftur í 1781 herjaðu meslingar, sum øktu deyðstíttleikan heilt upp í 42‰ - hægsti deyðstíttleiki, sum nakrantíð er máldur í Føroyum – at samanbera við ein føðitíttleika, sum hesi árini vanliga var niðan fyri 20‰ (B. í Garði 1984 og R.Guttesen 1996).

 

1813: 5.300 fólk - ferð er komin á fólkavøksturin
Fólkatalið vaks aftur fram til fólkateljingina í 1801, tá 5.255 fólk búðu í Føroyum. Stígur er í tey næstu 10 árini, men frá 1813 kemur rættilig ferð á fólkavøksturin (tíðarrøðin 1720-1831 er eftir B. í Garði). Tá veksur fólkatalið frá uml. 5.300 til uml. 6.800 í 1831. Ofta verður víst til, at stóra samfelagsbroytingin og fólkavøksturin tekur seg upp, eftir at monopolhandilin varð tikin av, og Føroyar fingu frían handil í 1856. Gongdin í fólkatalinum vísir tó, at henda stóra broytingin tók seg upp longu í fyrru helvt av 19. øld, tá fólkavøksturin fleirfaldaðist samanborið við gongdina í 18. øld.

Í fyrru helvt av 19. øld veksa fram nýggj framleiðslu- og stættaviðurskifti, sum leggja grundarlagið undir byrjandi samfelagsbroytingina (Finnsson og Kristiansen 2006 og R. Guttesen 2010):
-    Ein nýggj samfelagsstætt av traðar- og útróðrarmonnum og harvið eisini nýggj vinnugrein kemur fram. Hetta sæst m.a. aftur í vinnulýsingini í fólkateljingini í 1840, har stórur partur av inntøkuni í nógvum bygdum nú kemur av sjónum.
-    Eftir at løgtingið er tikið av, kemur nýggj fyrisiting við amtmonnum at skipa fyri, sum settu tiltøk í verk, ið eggjaðu til broytingar í fastlæstum vinnu- og ognarskipanum.
-    Nógv varð velt upp úr nýggjum, traðir vórðu lagdar inn, og útróðrarmenn og húskallar og tænastukonur, ið fóru av gørðunum, settu seg niður í nógvum nýggjum bygdum víða um alt landið.
-    Tað hevði eisini nógv at týða fyri fólkavøksturin, at ein nýggj føðikelda við eplaveltingini tekur seg upp fyrst í 19. øld og líðandi trokar kornveltingina burtur.
-    Sum fyrstu stig til fríari handil komu útihandlarnir í Klaksvík, Vestmanna og Tvøroyri (1836-37). Hetta fekk eisini stóran týdning fyri menningina av útróðrinum.

 

1850 - 1901: frá 8 til 15.000 fólk – ávegis til nýggja samfelagsskipan
Í seinni helvt av 19. øld vísa nógvar hendingar, hvussu stóra samfelagsbroytingin setir seg ígjøgnum (Finnsson og Kristiansen 2006 og R. Guttesen 2010):
- Í 1846 varð bannið frá 1777 tikið av, um at ognarleys og onnur, sum ikki kundu prógva teirra evni til at forsyrgja familjuni, ikki sluppu at giftast og seta búgv.
- Í 1856 verður einahandilin tikin av. Handilsmenn fara undir virksemi í bygdunum út um alt landið, keypa og selja fisk o.a. vørur, byrja reiðaravirksemi og fiskavirking á landi.
- Í 1863 (fyri Havnina) og í 1894 (á bygd) góvu nýggju jarðarlógirnar ognarleysum rætt at ogna sær traðir.
- Í 1865 varð sonevnda bátsbandið frá 1813 tikið av, sum hevði givið bóndunum framíhjárætt til at fáa teirra bátar mannaðar, áðrenn ognarleysir traðar- og útróðrarmenn sluppu at manna sínar egnu bátar.
- Í 1872 verður fyrsta stigið tikið til skipsfiskiveiðu, sum saman við fiskavirking á landi longu eftir 20-30 árum vaks til týdningarmestu vinnu í landinum.

 

1901 - 1950:  frá 15 til 32.000 fólk – størsti fólkavøkstur nakrantíð
Nýggja fiskivinnusamfelagið hevði trokað gamla bóndasamfelagið afturum. Nýggir samfelagsstættir mynda menningina: reiðarar, keypmenn og arbeiðsgevarar øðrumegin, og hinumegin skjóttveksandi fjøldin av fiskimonnum, arbeiðsmonnum- og kvinnum, handverkarum og øðrum løntakarum.

Fyrri partur av 20. øld merkist av vinnuligum framburði. Búsetingin broytist, har nakrar stórbygdir við skipsfiskivinnu, ídnaðarligari fiskaframleiðslu, handli og handverki taka seg framum við stórum fólkavøkstri, meðan nógvar smábygdir dragna afturúr sum leivdir av gamla bóndasamfelagnum. Eitt víðgreinað samferðslukervi veksur fram við vegum millum bygda og sigling millum oyggja eins og uttanlandssigling við fólki og farmi.

 

1950 – 2000: frá 32 til 45.000 fólk – føroyska vælferðarsamfelagið verður til
Seinnu helvt av 20 øld veksur fólkatalið framvegis, men við støðugt minkandi ferð. Tað eru tvær høvuðsorsøkir til hetta:

  • Onnur er ein líðandi minking í burðaravlopinum (tað er munurin millum fødd og deyð, roknað pr. 1000 íbúgvar). Sum sæðst á myndini fer lutfalsliga burðaravlopið í seinnu helvt av 1990-unum fyri fyrstu ferð niður um støðið frá 1850-unum. Hetta kemur av, at tann sonevnda demografiska umbroytingin ella transitiónin slær ígjøgnum. Tað vil siga, at føðitíttleikin er komin inn í eina støðugt fallandi gongd, samstundis sum deyðstíttleikin ikki longur minkar – m.a. tí eldru ættarliðini vera ein lutfalsliga veksandi partur av fólkinum.
  • Hin høvuðsorsøkin er, at samstundis sum vit koma inn í 20. øld, tekur ein nýggjur táttur seg upp í demografiski gongdini, sum nærum ongan týdning hevur havt frammanundan. Tað er ein ávís fráflyting av landinum. Hon vísir seg týðiliga undir kreppuni í 1930-unum, men tað er serliga í seinnu helvt av 20. øld, at fráflytingin av álvara ger um seg og stórliga ávirkar gongdina í fólkatalinum. Hetta vísir seg serliga undir kreppuni fyrst í 50-unum, aftur í seinni helvt í 1960-unum, og so fram um alt undir samfelagsbúskaparliga skrædlinum fyrru helvt í 1990-unum. 

 

 

Henda broytingin í gongdini í fólkatalinum fylgir stóru samfelagsbroytingunum í seinnu helvt av 20. øld, tá føroyska vælferðarsamfelagið verður til, og familju-, arbeiðs- og hugsunarhættir broytast grundleggjandi.
-    Telesamskiftismøguleikar víðkast innlendis og úteftir.
-    Við orkuverkum kring landið nútímansger ravmagnsatgongdin framleiðsluviðurskifti og liviumstøður.
-    Stóríløgur í samferðslukervið, skipaflota, vinnutól á landi, handils- og tænastufyritøkur, eins og ein stórur almennur sektorur, m.a. á útbúgvingar-, almenna- og heilsuøkinum verður uppbygdur.
-    Umframt sjóvegis verður nú eisini loftvegis dagligt ferðasamband við útheimin.
-    Veksandi partur av ungdóminum søkir sær hægri útbúgvingar í Danmark o.ø. útlondum.
-    Fríari atgongd til fyribyrging, broyting av hugburðum m.a. til siðbundnar kynsleiklutir, øktu arbeiðsmøguleikarnir í privatum og almennum tænastuvinnum, saman við útbygging av dagstovnum og almennari eldrarøkt, geva betri møguleikar fyri at samskipa familju- og arbeiðslív, og kvinnurnar gerast virknar á arbeiðsmarknaðinum í so at siga eins stóran mun sum menn.

Við hesi gongdini er náttúrligi fólkavøksturin (burðaravlopið), sum heilt fram til 1970’ini lá omanfyri 1,6% árliga, komin niður á 0,6%, nú fyrstu 10 árini í 21. øld eru liðin. Tá samstundis nettoflytingin hesi síðstu árini er blivin ein miðal árlig nettofráflyting uppá 0,4%, er aldargamli vøksturin í fólkatalinum mest sum støðgaður upp. Tað er lítið hugsandi, at burðaravlopið fer uppaftur, so einans við betri javnvág millum til- og fráflyting verður grundarlag fyri, at fólkatalið eisini kann vaksa í 21. øld, um enn við nógv minni fer enn í undanfarnu øld.


Í hesari myndini er øll gongdin í fólkatalinum lýst við logaritmiskum skala, sum ger tað møguligt at lýsa broytingarnar í teim ymisku intervallunum við teim lágu eins og við høgu virðunum í eini víðfevnandi talrøð

 

Keldur:
Anton Degn: Hvat kann Rómaskatturin í Føroyum siga okkum, Varðin 12. b., 1932
Arnbjørn Mortensen: Fólkatalið og ognarbýtingin um 1600, í Fróðskaparrit 1954
Bergmann Finnsson og Sámal Matras Kristiansen: Bygdin – fyrr, nú og í framtíðini, Námsrit 7/2006
Bergur í Garði: En historisk demografisk undersøgelse af udviklingen på Færøerne 1720-1831, Københavns Universitet 1984.
Danmarks Statistik/Statistisk Departement: Fólkateljingarnar 1769 til 1977
Danmarks Statistik: Stat. Meddelelser 4, 56, 4, København 1918
Danmarks Statistik: Befolkningens bevægelser 1978
Emilius Löbner (1815): Fortegnelse over Folkemængden i Færöe den 1. Januar 1814, deres Ejendomme, Næringsgreene m.m. Editerað til www.history.fo: R. Guttesen
Hagstova Føroya: Hagtalsgrunnurin, Fólkahagtøl, Íbúgvaviðurskifti
Jens Chr. Svabo: Indberetninger fra en Rejse i Færøe 1781-82, 1957
Rolf Guttesen: Færøernes interne og externe migrationer, Geografisk Institut 1969
Rolf Guttesen: Historisk Befolkningsgeografi, Topografisk Atlas Færøerne, 1996
Rolf Guttesen:  Veðurlag, framleiðsla og fólkatal í 1800-talinum og fyrr, í Brot úr Føroya Søgu, Fróðskapur 2010, og samskifti millum H.P. Strøm og R. Guttesen um ritgerðina.
Virkisnevndin, Serrit nr. 2: Fólkasamansetingin í Føroyum – fólkaflytingar úr Føroyum,  A.L. Olsen 1964