Um fólkateljingina

Manntal var ein hending, har farið var í hvørt hús í landinum við tí fyri eyga, at tekna eina breiða og neyva hagtalsmynd av Føroyum.

Á eini slíkari fólkateljing ber til við hagtølum at lýsa landið út í æsir og gera samanberingar við onnur lond. Alt tilfarið, sum verður savnað inn, verður brúkt til hagtøl og einki annað.
Vitanin, sum fæst á einum manntali, kemur nógvum pørtum í landinum til góðar. Politikarar og fyrisiting kunnu byggja avgerðir á neyvari vitan. Skúlar og granskarar fáa dagført nýtt føroyskt tilfar.

Áhugafeløg og aðrir felagsskapir fáa betri grundarlag fyri sínum arbeiðir.

Ein fólkateljing er eisini ein hending, sum ST mælir øllum londum í heiminum at halda. Tað gevur eina vitan um støðuna í heiminum. Næstan øll lond í heiminum hava hildið ella ætla at halda manntal. ST heitur á lond um halda manntal so nær 2010 sum gjørligt. Í Føroyum verður fólkateljingin í 11. november 2011. ST mælir eisini til, at lond halda manntal minst 10unda hvørt ár.

Fyrsta manntal var hildið í Føroyum í 1769 og síðani hava 27 fólkateljingar verið. Tær geva allar eina tíðarmynd av føroyska samfelagnum eitt ávís ár og geva samtundis eina lýsing av, hvussu Føroyar eru broyttar øll hesi árini. Seinasta manntal í Føroyum var í 1977.