Nøkur góð ráð, tá tú brúkar manntalsgrunnin

Talvurnar í manntalsgrunninum eru sera stórar, tí tær eru skipaðar sum krosstalvur. Tað vil siga, at ein talva kann vísa, hvussu høvuðseindin ella teljieindin verður skift á fleiri variablar samstundis. Hetta kann enda við so ovurstórum talvum, at yvirlitið hvørvur.

Vel burturúr

Fyrstu ráðini er tí at velja burturúr, tað ein hevur áhuga fyri, tí annars er ógjørligt at fáa nakra hylling á innihaldið.

Vend talvuni rættan veg

Síðani er avgerandi fyri yvirlitið, hvussu talvan vendir, tá hon verður tikin upp. Her eru ráðini at brúka hentleikar í “Broyt og rokna” ið stendur beint omanfyri talvuna. Tú kanst velja “Snúgva frítt” ella “Snúgva við ella móti sólini”. Til ber eisini at brúka frá “Snarvegur”, ið stendur beint omanfyri talvuna. Tú kanst trýsta á fleiri ferðir, so talvan verður snarað, til hon vendir á ein hóskiligan hátt.

Legg merki til teljieindina

Hóast tað verður sagt í talvuheitinum, kann ein villast í, hvat tað er sum verður talt upp í talvuni. Í nógv flestu talvunum er teljieindin fólk. T.d. fólkið skift á húskisstødd o.s.fr. Teljieindinar eru alt fólkið, fólk 15 ár og eldri, familjur, húskir og býlir. Teljieindin er viðmerkt undir lidnu talvuni.

Talvupuntar við ongum tølum

Talvurnar eru so rúgvismiklar av tí, at teljieindin verður krossað við fleiri variablum. Hetta ger, at nógvir talvupuntar kunnu verða við ongum tølum men vísa .. (tveir prikkar) ístaðin.

Ein orsøk er, at tá tølini eru blivin so útgreinað og smá, at vandi er fyri at einstakir persónar, húski ella familjur kunnu kennast aftur, verða prikkar settir í staðin fyri 0, 1 og 2.

Orðalýsingar

Í talvunum kunnu koma nógv ymisk heiti, sum eru torfør at skilja. Tá kanst tú hyggja í yvirlitið við orðalýsingum.

Ein brúkaravegleiðing

Til Hagtalsgrunnin hjá Hagstovuni er gjørd ein brúkaravegleiðing, um hvussu man kann velja burturúr ella seta eina talvu saman. Hon kann eisini brúkast til Manntalsgrunnin. Tú finnur hana her.