Bóklingur um brúkaraprístalið

Veitst tú, hvussu nógv av tí, vit í Føroyum vanliga brúka, fer til til mjólk og sodavatn, til kjøt og breyð, til telefon, teldur og internet, til bil og buss, til uttanlandsferðir, til klæðir, til frítíðarítriv, til el og olju osv.?

Hvat er eitt brúkaraprístal? Hvussu ger man tað? Hvørjar vørur og tænastur skulu við? Og hvat vóru úrslitini av kanningunum, sum Hagstovan gjørdi, fyri at finna grundarlagið undir nýggja prístalinum?

Alt hetta kanst tú fáa at vita í bóklinginum, 'Brúkaraprístalið' sum Hagstova Føroya hevur givið út.

Bóklingurin kann lesast ella heintast við at trýsta á myndina.