Faroe Islands in Figures

"Faroe Islands in figures" er ein lítil bóklingur í A6-stødd.

Í Faroe Islands in figures, ið bert er á enskum, ber til at fáa tey týdningarmestu hagtølini um føroyska samfelagið í talvum og grafiskum myndum.

Útgávan er vælegnað bæði at lata útlendingum, sum vitja hendanvegin, og hjá fyritøkum, stovnum o.ø. at hava við sær, tá farið verður uttanlands.
Her eru hagtøl um landafrøðina, veðrið, íbúgvaviðurskifti, arbeiðsmarknað, vinnu, mentan, útbúgving, samskifti, samhandil, búskap o.a. Eitt yvirlit er eisini við lyklatølum fyri øll Norðanlond.
Pappírsútgávan kann fáast á Hagstovuni og kunningarstovunum kring landið.

Bóklingurin kann her síggjast í PDF-formati við at trýsta á myndina.