Parttíðararbeiði 51% hjá kvinnum og 11% hjá monnum

Av øllum arbeiðsvirknum kvinnum arbeiða 51% niðursetta tíð, tvs. minni enn 35 tímar um vikuna. Hjá monnum eru tað 11%. Hetta eru fyri tey, sum eru 20 til 66 ára gomul.

Verður býtt á aldursbólkar heilt frá 16 til 74 ár, sæst sum væntað stórur munur á, hvussu nógv tey arbeiða niðursetta tíð.

Sum rímiligt er, er tað flest av teim yngstu, ið arbeiða niðursetta tíð. Í hesum aldrunum eru tey flestu jú í onkrari útbúgving ella í læru.

Av teimum elstu eru eisini tey flestu, ið arbeiða niðursetta tíð. Men tað er merkisvert, at hjá monnum í hesum aldursbólkinum, sum enn eru virkin á arbeiðsmarknaðinum, eru tað bert 47%, ið arbeiða niðursetta tíð, tvs. at heili 53% av hesum arbeiða fulla tíð – ella rættari: 35 tímar ella meir um vikuna.

Tey, sum arbeiða minst niðursetta tíð, eru tey í aldrinum 25 til 59 ár.