Stórur munur í vinnutíttleika millum sýslur og kyn, frá 67% sum lægst til 81% sum hægst

Vinnutíttleiki er arbeiðsfjøldin, t.vs. tey ið eru virkin ella tøk á arbeiðsmarknaðinum, í % av øllum fólkatalinum í vinnuførum aldri, her avmarkað til teirra millum 15 og 75 ár.

Fyri allar Føroyar eru vinnutíttleikin næstan líka stórur hjá hjá kvinnum sum hjá monnum, ávikavist 76% og 79%.

Myndin verður tó øðrvísi tá vit samanbera vinnutíttleikan hjá kvinnum og monnum í sýslunum, sum í fyrstu myndini.

Her er stórur munur millum kynini í øllum sýslum uttan í Suðurstreymi, har vinnutíttleikin bæði hjá kvinnum og monnum er 80%.

Samanumtikið er vinnutíttleikin lægstur í Sandoy og Suðuroy bæði hjá kvinnum og monnum. Í øllum hinum sýslunum er vinnutíttleikin hjá monnum javnt høgur um 80%, meðan vinnutíttleikin hjá kvinnum er frá 72% í Norðstreymi til 80% í Suðurstreymi.

Báðar tær næstu myndirnar vísa, hvussu vinnutíttleikin í ymisku sýslunum hjá kvinnum ávikavist monnum broytist frá teim yngstu til tey elstu.

Í tí yngsta aldursbólkinum er vinnutíttleikin um 50-60%, eitt sindur hægri hjá kvinnum enn hjá monnum. Hægstur er vinnutíttleikin um miðal aldur, hjá kvinnum um 90% og hjá monnum nakað hægri, millum 90 og 100%.

Hjá teim elstu lækkar vinnutíttleikin eitt sindur fyrr hjá kvinnum enn hjá monnum, og tá komið er upp í pensjónsaldur er hann um 20-25% hjá kvinnum og munandi hægri hjá monnum, um 30-40%.

Tað kann kanska undra, at so nógv av teim yngstu og serliga av teim elstu eru virkin á arbeiðsmarknaðin. Til tað skal upplýsast, at fyri at roknast upp í arbeiðsfjøldina krevst bert eitt minstamark av arbeiðsvirkni, heilt niður í ein til tveir tímar um vikuna, ella at man virkin í at leita sær eftir arbeiði, um man er arbeiðsleysur. Hesar treytir eru sambært altjóða ásetingum.