Vinnutíttleikin í Føroyum og Íslandi hægstur í Europa

Av 34 londum í Europa er vinnutíttleikin størstur í Føroyum og Íslandi, roknað fyri bæði kyn tilsamans. Vinnutíttleiki er arbeiðsfjøldin, t.vs. tey ið eru virkin ella tøk á arbeiðsmarknaðinum, í % av øllum fólkatalinum í vinnuførum aldri, her avmarkað til teirra millum 15 og 75 ár.

Við 78% eru Føroyar og Ísland saman við Sveis á 75% í flokki fyri seg.

Síðani eru 19 lond, har vinnutíttleikin liggur millum 71 og 63%.

Niðast eru 12 lond, har vinnutíttleikin er frá 60 niður í gott 50%.

Í teimum báðum næstu myndunum samanbera vit vinnutíttleikin hjá kvinnum og monnum í aldursbólkum í Føroyum, Íslandi, Danmark og í miðal fyri ES-londini.

Hjá monnum (fyrra myndin) skilja Føroyar og Ísland seg burturúr við hægri vinnutíttleika hjá teim yngstu og serstakliga hjá teim elstu (41-44%), samanborið við bert 11% í ES-londunum.

Hjá kvinnum (seinna myndin) eru tað Føroyar, ið skilja seg mest burturúr við at liggja hægri enn hini londini í flestu aldursbólkunum. Her síggja vit eisini stóra munin í vinnutíttleika hjá teim elstu, 65-74 ára gomlu, har Føroyar og Ísland liggja um 30% móti 6% hjá ES-londum.