Bert 15% av húskjunum hava ongan bil

At bilurin er í hvørjum húski er næstan satt.  Tó eru 15 % av  húskjunum – 2.536 húskir – sum ikki hava bil. Samstundis er ein triðingur av øllum húskjum, sum hava meiri enn ein bil at taka til í gerandisdegnum.

Greitt samband er millum talið av bilum og tøka inntøku í húskjunum. Ikki so løgið, so eru tey flestu við ongum bili at finna í lægru inntøkubólkunum. Í teimum húskjum við eini tøkari inntøku undir 200.000 kr eru 40 %, sum ongan bil hava. So skjótt tøka inntøkan í húskjunum fer upp um 200.000 kr, so er minst ein bilur í húskinum.

Heldur ikki er so løgið, at tess fleiri persónar eru í húskjunum, tess fleiri bilar eru í húskjunum. Tó sæst, at mest vanliga er ein bilur ella tveir bilar í hvørjum húski. Í alt er minst ein bilur í 14.001 av teimum 17.441 húskjunum. Í miðal svarar tað til 1,5 bil fyri hvørt húski við bili.