Einstaklingar og láglønt hava ikki internet

Í november 2011 høvdu  83% av øllum húskjum atgongd til internet, tað vóru 14.496 húski.

Ein lítil partur av húskjunum svaraðu ikki og tey, sum búðu í onkrum slagi av felagsbýli vóru ikki spurd spurningin.

Tað tykist vera greitt, at tað eru nøkur eyðkenni við teimum húskjum, sum ikki hava atgongd til internetið.

Greitt samband tykist vera millum tøka inntøku hjá húskinum og atgongd til internet. Í teimum húskjunum, har tøka inntøkan liggur millum 100.000 kr og 300.000 kr eru flest húski, sum ikki hava atgongd til internetið. Men vert er at minnast, at í hesum inntøkubólkum eru nógvir pensjónistar. So skjótt tøka inntøkan í húskinum fer upp um 300.000 kr, so hava húskini atgongd til internetið.

Í næstu talvu verður eisini váttað nógv tann størsti parturin av teimum, sum ikki hava atgongd til internetið er einstaklingahúski - tveir triðingar av teimum, sum búgva einsamøll, hava ikki atgongd til internetið. Næst størsti bólkurin, sum ikki hevur atgongd til internetið, eru hjún uttan heimabúgvandi børn.

Hyggja vit eftir økjunum, so skilja Sandoyggin og Suðuroyggin seg eitt sindur út, men tað er helst tí, at her eru lutfalsliga nógv eldri fólk, sum búgva einsamøll.