Eitt kristið samfelag

Øll yvir 15 ár vórðu spurd, hvørja trúgv tey høvdu. Hetta var ein av spurningunum, sum tað var sjálvboðið at svara.

Í fólkateljingarhøpi verður trúgv hildin at vera ein viðbrekin spurningur. Serliga verður hugsað um støður í øðrum londum bæði fyrr og nú, har fólk kunnu koma illa fyri, um tey verða skrásett í einum ávísum trúarbólki.

Hetta tykist ikki at vera nakar trupulleiki í Føroyum, tí 94 % - av teimum spurdu – ella 34.595 - valdu at svara spurninginum um trúgv.

Og Føroyar eru eitt samfelag, har yvir 95% - ella 33.018 - svaraðu, at teirra trúgv er kristindómur. Tað kann kanska hugsast, at fleiri í Føroyum brúka spurningin, sum eitt slag av staðfesting av síni trúgv.

Eingin onnur støk onnur trúgv røkkur 100 persónum. Tann størsti bólkurin eftir kristindómin eru tey, sum svaraðu, at tey onga trúgv høvdu.

Størsti bólkur uttan fyri kristindómin eru tey, sum svaraðu “onga trúgv”. Tey vóru 4% av teimum, sum svaraðu ella 1.397 fólk. Av teimum vóru 73% mannfólk, sum søgdu seg onga trúgv hava.

Buddisma er næststørsta trúgv í landinum. Eftir hagtølunum eru nógv flestar kvinnur, og tær allar eru undir 70 ár.

Verður hugt eftir sambandinum millum føðiland og trúgv, so er eisini týðiligt, at eisini tey, sum eru fødd uttanlands, men flutt til Føroya, svara at teirra trúgv er kristindómur. Av teimum, sum eru fødd í Afrika, Asia ella Miðeystri svara 70 prosent, at teirra trúgv er kristindómur og 17 prosent svaraðu buddisma.

 

Ikki stórar broytingar eru at síggja, tó er kanska ein lítil nýggj gongd, um vit hyggja eftir, hvat teir ymsu aldursbólkarnir hava svarað.

Í prosentparturin av teimum, sum svaraðu kristindóm, sæst ein lítil munir, um hugt verður eftir aldursbólkunum. Gott 91% av teimum millum 15 og 29 ár svara kristindóm, sum teirra trúgv, men hjá føroyingum yvir 70 ár svaraðu næstan 99%, at teirra trúgv var kristindómur.

Hinvegin sæst umvenda gongdin hjá teimum, sum svaraðu onga trúgv. Har minkar parturin, sum svarar onga trúgv við aldrinum.