Fimtahvørt leigarahúski og annaðhvørt eigarahúski hava meir enn 200.000 í tøkari húskisinntøku

Alt eftir ognarstøðuni til býlið hava vit tríggjar høvuðsbólkar av húskjum:

- nógv tey flestu, 14.026 húski, eiga teirra býli,

- bert 2.022 húski eru, sum leiga býli,

- og so eru 489 húski, ið eru búsitandi uttan at gjalda húsaleigu.

Heraftrat eru 85 felagsbýli, stovnshúski o.a., men her ber ikki til at gera húskisinntøku upp.

Tá vit samanbera ognarstøðu hjá húskjunum við teirra inntøku, sæst munur millum eigara- og leigarahúski.

- Av leigarahúskjunum eru 17%, ið hava eina árliga tøka húskisinntøku minni enn 100 tús. kr,

63% av hava 100 - 200 tús. kr., og sostatt eru bert 20% av leigarahúskjunum, ið hava meir enn 200 tús. kr.

- Av eigarahúskjunum eru tað bert 3%, ið hava eina árliga tøka húskisinntøku minni enn 100 tús. kr, 50% av hava  100 - 200 tús. kr., og sostatt eru 47% av eigarahúskjunum, ið hava meir enn 200 tús. kr. í tøkari húskisinntøku.

- Býtið hjá teimum húskjum, íð eru búsitandi uttan at gjalda húsaleigu, er nakað sum hjá leigarahúskjunum.

Hetta sæst í mynd og talvu niðanfyri.

Viðmerkjast skal um húskisinntøku, at hon er vektað eftir, hvussu nógv vaksin og børn eru í húskinum. Vit tosa tá um beinleiðis samanberiliga húskisinntøku, sokallað javnvirðisinntøku. Tað er eftir skatt og sostatt tøk javnvirðisinntøka.

Í seinni mynd og talvu  niðanfyri hyggja vit bara at teim 2.022 leigarahúskjunum, og samanbera teirra mánaðarligu húsaleigu við teirra tøku árligu húskisinntøku. Ein kundi væntað, at jú hægri húsaleigan er, jú hægri er eisini húskisinntøkan.

Men hetta sæst bara lutvíst aftur í mynd og talvu. Mest týðiligt er hetta í inntøkubólkinum við minni enn 100 tús. kr., har flest húski eru við lægstu húsaleiguni, minni enn 3.000 kr. , og í hinum endanum hjá húskjunum við inntøku oman fyri 300 tús., har flest eru við tí hægstu húsaleiguni, meir enn 6.000 kr.