Pør við vaksnum heimabúgvandi børnum eru húskini við bestu inntøkunum

Húskisinntøkan kann vera sera ymisk, alt eftir hvussu húskið er samansett. Húski kunnu vera ein stakur persónur, ein stakur uppihaldari við børnum, tað kunnu vera pør, gift ella samlivandi, uttan børn ella við børnum. Tá talan er um børn, snýr tað seg um heimabúgvandi børn, og skilt verður millum, um tey eru yngri ella eldri enn 25 ár.

Fyri at kunna gera húskisinntøkuna samanberiliga,verður hon vektað eftir, hvussu nógv vaksin og børn eru í húskinum. Vit tosa tá um beinleiðis samanberiliga húskisinntøku, sokallað javnvirðisinntøku. Tað er eftir skatt og sostatt tøk javnvirðisinntøka.

Nú ber til at samanbera  húskisinntøkuna hjá t.d. einum støkum uppihaldara og einum pari við fleiri børnum.

Hvussu ymisk húskisinntøkan er, alt eftir húskisslagi (húskissamanseting), sæst á myndini niðanfyri.

Myndin skal lesast soleiðis, at fyri hvørt húskisslag er eitt %-býti millum 4 inntøkubólkar, sum t.d. hjá støkum við børnum yngri enn 25 ár: 16% av hesum húskjunum hava eina tøka inntøku niðan fyri 100 tús. kr.  65% av teimum hava millum 100 og 200 tús. kr., 16% hava millum 200 og 300 tús. og so eru bert 3% eftir av støku uppihaldarunum, ið hava eina inntøka oman fyri 300 tús. kr. 

Í myndini eru ymisku húskissløgini sett upp í røð frá vinstru við teimum við lægstu inntøkunum (myrkagrønu og ljósagrønu stabbarnir), móti høgru við teimum við hægstu inntøkunum (ljósabláu og myrkabláu stabbarnir).

Eftir hesum er sjónskt, at í húskisbólkinum støk við børnum yngri enn 25 ár eru flest í lágu inntøkubólkunum. Í hinum ovara endanum er húskisbólkurin pør við børnum eldri enn 25 ár.

Í talvuni niðan eru nágreiniligu tølini, eisini hvussu nógv húski eru í hvørjum húskisbólki.