Samkomutilknýti

Øll yvir 15 ár vórðu eisini spurd, hvørjar kristnar kirkjur, fríkirkjur ella samkomubólkar tey høvdu tilknýti til.

Tá hugt verður eftir talvunum til henda spurningin, er vert at hava í huga, at tey sum svaraðu, kundu velja øll svar, sum passaðu. Hetta merkir, at talið á svarum er størri enn talið á persónum, sum hava svarað.

34.438 valdu at svara spurninginum og í alt vóru 44.166 krossar settir.

Av teimum sum svaraðu, sæst at eitt sindur fleiri kvinnur enn menn hava meiri enn eitt samkomutilknýti og at tað eisini eru fleiri kvinnur enn menn, sum eru knýtt at samkomum nærri fólkakirkjuni. Av teimum, sum svaraðu spurninginum vóru fleiri menn enn kvinnur.

Munur er úr sýslu til sýslu, hvussu stórar tær ymsu samkomurnar eru. Í Norðoyggjum siga 44% seg hava tilknýti til fólkakirkjuni og 27% svara, at tey hava tilknýti til Brøðrasamkomuna. Samstundis sæst, at í Norðoyggjum og Eysturoy eru størstu partarnir, sum hava tilknýti til meira enn eina samkomu.

Norðstreymoy sær út til at vera mest einháttaða sýslan. 75% siga seg hava tilknýti til fólkakirkjuna, og allir hinir svarmøguleikarnir eru lágir.

Í Vágum eru 10%, sum svara at tey hava tilknýti til samkomur nærri fólkakirkjuni og eisini 10%, sum svara, at tey hava meiri enn eitt samkomutilknýti. Samstundis sæst, at í Vágum eru fægst, sum svara, at tey eru tilknýtt brøðrasamkomuni.

Talvan omanfyri vísir, hvar flest í tali hava svarað um tilknýtið til samkomur nærri fólkakirkjuni, brøðrasamkomur og karismatiskar samkomur. Her er sjálvandi vert at minnast til munin í fólkatalinum í teimum ymsu sýslunum. Nógv tann størsti parturin av teimum, sum hava tilknýti til samkomur nærri fólkakirkjuni búgva í Eysturoynni. Á myndini sæst eisini, at tað eru bert gott 200 fleiri í Suðurstreymoy, sum siga seg hava tilknýti til brøðrasamkomurnar.