Stórur partur av húskjunum kann fara í frítíðarbústað

Tveir av spurningunum snúðu seg um eitt slag av lívsgóðsku.

Tað vóru spurningarnar um frítíðarbústað og um bátur var tøkur hjá húskinum. Hetta vóru ikki spurningar um, hvussu nógv húski áttu frítíðarhús ella bát, men hvussu nógv høvdu møguleikan at nýta frítíðarhús ella bát. Tað vil siga, at onkur í húskinum hevði møguleikan at fara í summarhús ella fara ein túr á flot.

Og her eitt sindur á muni á húskisinntøkunum hjá teimum, sum hava frítíðarbústað tøkan og teimum sum hava bát tøkan.

Fyrst ber til at staðfesta, at ein stórur meiriluti - 78% - av øllum húskjum hava onkran frítíðarbústað tøkan at nýta. Tey flestu hava í Føroyum, men fleiri eru eisini, sum hava frítíðarbústað uttanlands.

Verður hugt nærri eftir, hvørji húski tað eru, sum hava frítíðarbústað tøkan, so er ikki soleiðis, at tey við størstu húskisinntøkuni oftari hava summarhús tøkt. Her sæst, at tað eru húskini við teimum lægstu inntøkunum, sum oftast hava frítíðarhús tøk. Nærri greining vísir eisini, at tað eru húski hjá einstaklingum, sum í mestan mun, hava frítíðarbústað tøkan.

Støðan við tøkum bátum hjá húskjunum er eitt sindur øðrvísi. 70% av húskjunum siga, at tey ikki hava bát tøkan at nýta. Og hesin spurningurin sigur heldur ikki, hvussu nógv húski eiga bát, men hvussu nógv hava møguleikan at fara ein túr á flot.

Svarini upp á spurning um tøkan bát skilja seg frá teimum um tøkan frítíðarbústað. Tó er eitt felags fyri bæði evnini: stórur partur av teimum við ongari húskisinntøku hava bæði frítíðarbústað og bát tøkan – tó ber ikki til her at siga, um talan er um somu húski.

Men annars er gongdin ein onnur. Her er greitt samband millum, at jú størri tøka inntøkan í húskjunum er, tess størri partur av teimum húskjunum hava bát tøkan. Júst umvent av støðuni við tøkum frítíðarbústaði.