Fáir leigarar í Føroyum – og flestu teirra búgva í Havn

Líka fáir leigarar í 2011 sum í 1977
Av øllum teim 17.441 húskjunum í Føroyum vóru tað bert 2.022, ið búðu til leigu. Hetta svarar til 11, 6%. Um vit samanbera við støðuna við síðstu fólkateljing 34 ár frammanundan, er onki hent hesum viðvíkjandi. Tí tá vóru lutfalsliga líka nógvir – ella fáir – leigarar í Føroyum, nevnliga 11,7%.

Av øllum fólkatalinum vóru 8,8% leigarar í 1977, samanborið við 9,2 í 2011, t.v.s. áleið tað sama.

Sera fáir leigarar í Føroyum, samanborið við onnur lond
Samanbera vit við onnur lond í Europa eru tað sera fá í Føroyum, ið búgva sum leigarar. Sum sæst av myndini niðanfyri, er tað bert í tveimum eystureuropeiskum londum, at tað lutfalsliga eru færri leigarar enn í Føroyum.

Flestu leigarar búgva í Havn
Av teimum 4.468 fólkunum, ið búgva til leigu í Føroyum, búgva heili 61% í Suðurstreymi. Knappliga 30 % búgva í Norðoyggjum, Eysturoy og Norðstreymi, og 9% búgva í Vágum, Suðuroy og Sandoy (sí niððanfyri).

Eisini um vit rokna í mun til fólkatalið í sýslunum, búgva nógv teir flestu leigararnir í Suðurstreymi (sí niðanfyri).

Í fyrstu talvuni omanfyri eru hesi viðurskifti meira útgreinað fyri hvørja sýslu.