Húsaleigan oftast millum 5 og 7 tús. kr./mán. í Suðurstreymi

Leigubústaðir eru sera ymiskir, eisini tá húsaleigu umræður. Húsaleigan er ymisk, alt eftir býlisstødd, eftir býlisslag, um tað er íbúð ella sethús, hvar í landinum tað er, og so eftir, hvat er íroknað húsaleiguna. Í fólkateljingini vóru 4.460 fólk, ið búðu í leigubústøðum. Tey svara sera ymiskt, hvat er íroknað húsaleiguna. Tí ber ikki til at gera samanberingar við húsaleiguni hjá øllum hesum 4.460 leigarunum.

Tann størsti samanberiligi bólkurin eru tey 1.750 (uml. 40%), sum upplýsa húsaleiguna við el og upphiting íroknað. Og tí fevna hagtalsmyndirnar í hesi grein bert um hendan partin av leigarunum.

Allar myndir vísa: Tal av leigarum, eftir hvussu nógv tey gjalda í húsaleigu um mánaðin, tá el og upphiting er íroknað, býtt sundur í fýra bólkar av húsaleiguupphæddum, tríggjar ymiskar býlisstøddir og tríggjar sýslubólkar.

So sum tað eisini framgongur av fyrstu myndini, eru nógv teir flestu leigararnir í Suðurstreymoy. Men tá vit skulu býta upp í fleiri bólkar av húsaleiguupphæddum, og haraftrat eisini býta upp í fleiri býlisstøddir, verður so smábytt millum leigararnar í øllum hinum sýslunum uttan fyri Suðurstreym, at neyðugt er at leggja sýslurnar saman, so sum gjørt er á myndini. 

Her sæst longu ein stórur munur á húsaleiguni millum hesar ymisku partarnar av landinum. Í Suðurstreymi er tann størsti bólkurin av leigarum tey, sum hava húsaleigu millum 5 og 7 túsund kr. um mánaðin. Aðrastaðni í landinum liggur húsaleigan oftast millum 3 og 5 túsund kr. um mánaðin.

Í næstu trimum myndunum taka vit eisini ymisku støddina av leigubústøðunum uppí.

Fyrsta av hesum myndum vísir støðuna í Vágum, Sandoy og Suðuroy. Her búgva leigararnir serliga í stórum húsum, har húsaleigan ofta er niðan fyri 3 tús. kr./mán. Merkisvert er, at tá býlisstøddin er nakað minni, 80-119 m², eru tað færri við tí lægstu húsaleiguni og fleiri við hægri húsaleigu oman fyri 5.000 kr./mán.

Í Norðoyggjum, Eysturoy og Norðstreymi búgva flestu leigararnir í miðalstórum bústøðum, 80-119 m², men annars er vanligasta húsaleigan fyri allar býlisstøddir millum 3 og 5 tús. kr. um mánaðin.

Í Suðurstreymi er heilt øðrvísi. Her hava vit flestu leigarar í tí minsta støddarbólkinum minni enn 80 m², og mótvegis restina av landinum eru teir myrkagrønu stabbarnir, har húsaleigan millum 5 og 7 tús. kr./mán., teir størstu – uttan mun til býlisstøddina. Tað er eisini bara í Suðurstreymoy, at tað er nevnivert av leigarum við húsaleigu oman fyri 7 tús. kr. um mánaðin