Leigarar búgva oftari í smærri íbúðum enn stórum sethúsum

Leigubústaðir kunnu vera íbúðir og sethús, og her eru íbúðirnar tær flestu við 57% og sethúsini sostatt 43%. Men tað er sera ymiskt, sum býtið er út um landið. Hetta sæst týðiga av talvuni niðanfyri. Heili 68% av leigubústøðunum í Suðurstreymi eru íbúðir. Øvugt eru um 70-90% av leigubústøðunum sethús í Sandoy, Suðuroy, Vágoy og Norðstreymi.

 Hesin munurin millum økini er sera sjónskur á myndini niðanfyri.

Tær flestu og tær minstu íbúðirnar eru í Suðurstreymi
Eisini tá hugt verður eftir stødd, er sera ymiskt við tí millum økini, so sum sæst á myndini niðanfyri.

Suðurstreym skilir seg burturúr, ikki bert við at har eru nógv teir flestu leigubústaðirnir, men har býtið púra greitt, við at flest er av smáum og minst av stórum bústøðum.

Myndin gerst týðiligari, um vit samanbera Suðurstreym við restina av Føroyum, so sum er gjørt í næstu myndini.