70% av familjunum hava børn – men bert 20% hava 3 børn ella fleiri

Av teimum 13.000 familjunum eru tað stívliga 9.000 ella 70%, ið hava heimabúgvandi børn. Men barnafamiljurnar eru smáar. Tær flestu av hesum, stívliga 6.500 hava 1 ella 2 børn, meðan tað bert eru 2.600, ið hava 3 børn ella fleiri.

Av øllum familjunum eru tað 30% - 3.840 – ið ikki hava heimabúgvandi børn. Men tað er eitt sindur ójavnt, hvussu hetta býtið er kring landið. Størstur er munurin millum Eysturoy, har 28,1% av familjunum eru uttan børn og Sandoy, har 36,6% av familjunum eru uttan børn.

Tá hugt verður eftir miðal barnatalinum fyri hvørja familju, er lítil munur millum økini í landinum, tá barnatalið verður roknað fyri hvørja barnafamilju sær. Tað liggur um 2 børn – tó eitt vet niðanfyri í Suðuroy.

Hetta merkir tó ikki, at hvør familja í miðal bara fær tvey børn – vit vita, at tað talið liggur um 2,5 – men børn byrja at flyta heimanífrá í ungum árum og verða eftir tað ikki roknaði uppí upprunafamiljuna, men antin sum sjálvstøðug støk ella í nýggjari egnari familju.

Barnatalið kann eisini roknast av øllum familjum, uttan mun til um tær hava børn ella ei – tað er seinni ella myrkari stabbin á myndini - og tá kemur aftur ein munur fram millum økini, har Sandoy og Suðuroy liggja niðast.

Ymiskleikin millum økini kemur upp aftur týðiligari fram, tá vit hyggja eftir %-býtinum millum barnafamiljur við einum barni, tveimum børnum og trimum børnum ella fleiri. Her er javnasta býtið í Norðoyggjum, meðan ójavnast er í Suðuroy, har %-parturin við eitt-barnafamiljum er størstur og %-parturin við trimum ella fleiri børnum er tann minsti í landinum.

Býtið av familjum uttan børn og við einum ella fleiri børnum kann vera eitt lítið sindur øðrvísi í hesi grein enn í talvum í manntalsgrunninum. Orsøkin er, at í nøkrum húskjum kunnu vera fleiri enn ein familja, t.d. ein við børnum og ein uttan børn. Í hesi uppgerð er ikki skynað ímillum og báðar familjurnar í húskinum eru taldar sum familjur við børnum.