Stórt tilknýti úteftir

Eyðkenni fyri smá samfeløg og fyri oyggjasamfeløg er, at nógv tilknýti er út í heim. Eisini er eitt eyðkenni, at nógv flyting er millum Føroyar og útlandið. Ikki óvæntað er tilknýtið, sum føryingar hava úteftir fyrst og fremst til Danmarkar.

Fleiri av spurningum á manntalinum snúðu seg um ymisk tilknýti til umheimin.

9.760 fólk yvir 15 ár í Føroyum eiga børn, sum er uttanlands. Vert er leggja til merkis, at hetta ikki er talið á børnum, men talið á persónum, sum hava børn uttanlands. Tey flestu – 6.459 – eiga eitt barn, sum býr uttanlands. Men næstan 2.400 persónar hava tvey børn uttanlands. Og so eru 904 persónar, sum hava 3 børn ella fleiri uttanlands.

Hyggja vit so eftir, hvat børnini gera uttanlands, sæst at góð helvtin av foreldrunum siga, at børnini eru uttanlands í útbúgvingarørindum.

Ikki so óvæntað eru tað nógv flest, sum hava børn í Danmark ella í Danmark og onkrum øðrum landi.

Um vit hyggja eftir, hvussu nógv húski svara, at tey hava børn uttanlands, so nærkast vit helst talið á børnum uttanlands, sjálvt um summi hava fleiri. 6.574 húski svara, at tey hava børn uttanlands.