Filipinsk og teilenskt vunnu fram sum móðurmál

Spurningur um, hvat er títt móðurmál vísir, at tá føroyskt og danskt eru tikin frá, so eru 1.439 persónar eftir, sum svara, at tey hava annað móðurmál.

Listin við 15 teimum vanligastu móðurmálum, vísir at eftir føroyskt og danskt, eru tað flest í Føroyum, sum hava íslendskt, sum móðurmál.  Og filipinskt og teilendskt eru eisini mllum 10 tey vanligastu móðurmálini.

Um vit gera eitt býtið millum ymsar partar av heiminum, sæst, at eftir danskt, so eru tað onnur evropeisk lond, enn Norðurlond, sum eru best umboðaði í Føroyum. Niðanfyri sæst, hvussu bólkurin “Onnur evropeisk móðurmál” sær út:

Her sæst at av evropeiskum málum er enskt best umboðað, sum móðurmál. Síðani koma tvey eysturevropeiskt  - rumenskt og serbiskt - og russiskt.

Spurningurin um málførleika var bert settur teimum, sum ikki høvdu føroyskt sum móðurmál.  Í grafinum omanfyri er sambandið millum at skilja føroyskt og tosa føroysk sett saman.  Her sæst at tað eru fleiri, sum skilja væl ella skilja sera væl, men sum als ikki tosa føroyskt. Eisini sæst at av teimum, sum skilja væl og skilja sera væl, eru ein stórur partur, sum ikki tosar væl  føroyskt.