Fødd uttanlands, men lýsa sín tjóðskap sum føroyskan

Nógv tann størsti partur av teimum, sum búgva í Føroyum eru eisini fødd í Føroyum. 89% av øllum íbúgvunum eru føddir her á landi. 8% er fødd í Danmark ella Grønlandi og 3% er fødd aðrastaðni.

Hyggja vit eftir teimum 8 prosentunum, sum eru fødd í ríkinum annars, so síggja vit,  at 82% av teimum yvir 15 ár, lýstu sín tjóðskap sum føroying ella sum føroying og ein annan tjóðskap. 

Í alt 3.597 vóru fødd í Danmark ella Grønlandi og av teimum vóru 1.111 undir 15 ár. Spurningur um tjóðskap var ikki settur teimum undir 15 ár.

Øll yvir 15 ár vóru spurd, hvussu tey lýstu sín tjóðskap og svaraðu 97% føroyskan ella føroyskan og ein annan. Bara 3% - 1.242 fólk – søgdu, at tey lýstu sín tjóðskap, sum onkran annan.

Hyggja vit eftir tí bólkinum, sum ikki lýsti sín tjóðskap, sum føroyskan, so sæst at yvir 500 lýstu tjóðaskpain at vera danskan.

Hyggja vit eftir, hvar tey eru fødd, sum ikki eru fødd í Føroyum, so leggja vit til merkis, at umleið 250 kvinnur búgva í Føroyum, sum er føddar í Asia.