Tilflytingin í 90-unum

Av teimum 48.346 fólkunum, ið búðu í Føroyum tann 11.11.2011 vóru umleið 19.000 ella 40%, ið hava búð uttanlands og eru flutt higar at búgva í árunum 1980-2011. Góð 1000 av teimum fluttu til Føroya í tíðarskeiðnum 1980 til 1984.

Í mynd og talvu niðanfyri sæst, í hvørjum tíðarskeiði tey eru komin.  Síðani 2005 eru tað flest kvinnur, sum eru fluttar aftur til Føroya.

Í mynd og talvu niðanfyri eru teir tilflytarar, ið enn búgva í Føroyum, settir í mun til øll tey, ið fluttu higar árini 1985-2011, býtt á tíðarskeið. Av øllum eru 43% eftir.