Um 40% av fólkinum hava búð uttanlands og eru flutt higar síðani 1980

At føroyingar flyta nógv millum lond vita vit frá árligu tølinum um flyting úr Føroyum og til Føroya. Úr fólkateljingini ber eisini til at síggja, hvussu nógv av okkum, ið búðu her á teljingardegnum, hava búð uttanlands.

Nógv tey flestu av hesum eru føroyingar, sum hava búð uttanlands í styttri ella longri tíð, og síðan er flutt heimaftur. Nógv minsti parturin er útlendingar, sum ikki áður hava búð í Føroyum.

Í hesi uppgerðini verða tey, sum búðu í Føroyum á teljingardegnum 11.11.2011, býtt í tvey:

  • tey, sum ongantíð hava búð uttanlands ella eru komin higar áðrenn 1980, og
  • tey, sum eru flutt higar síðani 1980

Av myndini omanfyri sæst, at tað eru umleið 19.000 fólk, svarandi til 39%, ið hava búð uttanlands og eru flutt higar síðani 1980.

Hinvegin eru stívliga 29.000 ella 61%, ið ikki hava búð uttanlands ella eru flutt higar áðrenn 1980.

Tá vit nú vita, at tað eisini búgva fleiri her, ið eru flutt higar áðrenn 1980, so er myndin helst tann, at væl yvir 40% av øllum búsitandi í Føroyum í dag hava búð uttanlands og eru flutt higar ella flutt aftur higar at búgva.

Mynd og talva vísa, at av kvinnunum eru tað 40% og av monnunum 38%, ið eru flutt higar síðani 1980.

Sum nevnt omanfyri eru flestu teirra, ið eru flutt higar, føroyingar, ið hava búð uttanlands. Tað skilst av myndini og talvuni niðanfyri.

76% av teim umleið 19.000, ið eru flutt higar síðani 1980, eru fødd í Føroyum. Tann stóri parturin er helst fólk, ið hava fingið sær útbúgving og/ella arbeitt uttanlands í styttri ella longri tíð. Men síðani eru yvir 3.000 ella 16%, ið eru fødd í Danmark ella Grønlandi (av hesum eru tó bert uml. 150 fødd í Grønlandi). Um 850 ella 5% eru so fødd aðrastaðni í Evropa og 650 ella 3% í øðrum heimspørtum.

Ymiskt er eisini, hvussu hetta býtið er fyri ymisku aldursbólkarnar. Av myndini sæst, at av teimum 20-30 ára gomlu er tað helvt um helvt millum tey, ið eru tilflutt og hini. Merkisvert er, at av teim 30-45 ára gomlu eru dupult so nógv, ið eru tilflutt, sum hini. Ikki fyrr enn vit koma upp í næsta aldursbólkin, 45-60 ára gomul, er ein lítil yvirvág av teimum, ið ikki hava búð uttanlands. Hjá teim elstu, 60 ára gomul og eldri, er tað 4-5 fimm ferðir so nógv, ið ikki hava búð uttanlands, sum tey, ið eru tilflutt.

Mest víðgongdur er munurin eyðsæð millum tey bæði ættarliðini, ið eru umleið líka stór í tali, tey 30-45 ára gomlu og tey yvir 60 ár. Ivaleyst er hetta eisini ein mynd av stóru samfelagsbroytingunum serliga viðvíkjandi umstøðum hjá ungu ættarliðunum tey síðstu 30-40 árini.