Útlendingar bæði tosa og skilja føroyskt

Av øllum yvir 15 ár vóru 2.464 fólk, sum ikki høvdu føroyskt sum móðurmál. Hetta svarar til 6,5% av øllum yvir 15 ár. Hesin parturin av íbúgvunum var spurdur, um hvussu væl tey tosaðu og skiltu føroyskt.
Eftir svarunum vóru tað 33 íbúgvar, sum als ikki tosaðu og als ikki skiltu føroyskt.
Hinvegin vóru 1.604 fólk ella 65% av teimum, sum ikki høvdu føroyskt sum móðurmál, sum svaraðu, at tey bæði tosaðu og skiltu føroyskt væl ella sera væl.
Talvan niðanfyri vísir føroysktførleikan hjá teimum, sum ikki høvdu føroyskt sum móðurmál og hvørjum parti av heiminum tey vóru fødd.


Les meiri í manntalsgrunninum.