Føðiland og hvar eru foreldrini fødd

Nógv tey flestu sum búðu her 11. november 2011 vóru fødd í Føroyum. Her búðu 5.211 fólk, sum vóru fødd uttanlands. Tað svarar til sløk 10% av øllum. Taka vit tey, sum vóru fødd uttan fyri Ríkið, vóru tey 1.614 ella góð 3%.

Talvan niðanfyri vísir føðilandið hjá teimum 5211, sum ikki vóru fødd í Føroyum.

Øll vóru eisini spurd, hvar foreldrini vóru fødd. 4.270 svaraðu, at móðurin var fødd uttanlands og 5.100 svaraður at faðirin var føddur uttanlands. Uppi í hesum eru bæði persónar, har annað foreldrið ella bæði eru fødd uttanlands.