Eysturoyingar hava flest bilar fyri hvørt húski

At hava bil er hjá nógvum neyðugt, sum summi halda at okkurt slag av frælsi er knýtt av at eiga vil.

Og bilur er næstan í hvørjum húski. 85% av øllum í landinum hava ein ella fleiri bilar.

Í grafinum niðanfyri sæst, at í øllum økjum hava umleið helvtin av øllum húskum ein bil. Bara í Eysturoynni og Norðstreymi er tað undir helvtin av húskinum, sum bara hevur ein bil. Afturfyri eru tað fleiri húski her, sum hava tveir ella tríggjar bilar. Húskini í Eysturoynni hava flestar bilar. 90 av øllum húskum í Eysturoynni hava ein ella fleiri bilar. Hinvegin er tað í Sandoynni at fægst húski hava bil. 80% av húskjunum í Sandoynni hava ein ella fleiri bilar.

Um vit hyggja eftir ognarviðurskiftun er munur millum húskini, sum eiga sítt egna býli og tey, sum leiga. Bólkurin annað er rættuliga lítil. Her sæst, at at 68% av húskjunum, sum búgva til leigu, áttu ein ella fleiri bilar. Og afturímóti vóru tað 87% av eigarunum, sum átti ein ella fleiri bilar.

Myndin niðanfyri vísir, at greiður samanhangur er millum talið av bilum í húskinum og um húskð hevur atgongd til bát. Í teimum húskjunum, sum ongan bil eiga, hava 10% bát. Og veksur parturin, sum hevur bát. Tess fleiri bilar eru í húskinum, tess størri partur hevur bát.