Flest uttan fyri Havnina, hava atgongd til frítíðarbústað

At hava frítíðarbústað kann bæði vera at hava eini summarhús og hava eini hús hjá familju ella kenningum til taks. Spurningur leggur seg meiri á tað borðið, sum hevur við lívsgóðsku at gera. Hvørjar møguleikar hava húski at fara at ferðast í frítíðarbústað.

Næstan 80% av øllum húskjum svara, at tey hava frítíðarbústað tøkan.

Og tað sær út til at vera eitt sindur av muni á, hvat í landinum møguleikin at fara í summarhús er bestur. Í Suðurstreymoy hava 70% av húskjunum hendan møguleikan og Suðuroy hava næstan 90% frítíðarhús til taks.

Eisini er eitt sindur av muni á, hvat slag av familjum talan er um. Húski við hjúnum og pørum er tey, sum liggja lægst – 73% av teimum húskjunum hava atgongd til frítíðarhús. 88% av teimum, sum einsamøll hava frítíðarhús til taks.

Um vit hyggja eftir um nakar samanhangur er millum tey, sum hava atgongd til frítíðarbústað og tey sum hava bát og bil, so sær út til at vera greiður samanhangur millum at hava frítíðarbústað og hava bil. 90% av teimum,  sum ongan bil hava, hava afturfyri møguleikan at fara í summarhús. Og parturin, sum hevur atgongd til frítíðarhús minkar, tess fleiri bilar eru í húskinum.

Spurningurin um tøkan bát, er eisini eitt slag av lívsgóðsku spurningi. Hvørjar møguleikar hava húskini at brúka frítíð í báti.

Seta vit bát og frítíðarbústað saman, so sæst tað fyrst og fremst eru tey, sum ikki hava bát, sum afturfyri hava atgongd til frítíðarhús.