Sandoyingar fáa mest ókeypis matískoyti

Øll húski vóru spurd, um tey seinastu 12 mánaðarnar høvdu fingið ella sjálvi høvdu útvegað sær matískoyti.

Í Sandoynni høvdu næstan 90 prosent av húskjunum fingið ella útvega sær okkurt slag av matískoyti seinastu 12 mánaðarnar.

Her sæst eisini, at millum 80% og 90% av øllum húskjum fáa matískoyti, men samstundis er eisini vert at leggja til merkir, at 23% ella 3757 húski, sum einki matískoyti útvega sær sjálvum ella hava fingið.

Samstundis er eisini stórur munur millum landspartarnar. Næstan ein triðingur í Suðurstreymou fekk einki matískoyti.

Lítið er at ivast í, at ein stórur partur av matískoytinum, kemur út sjónum – antin tí fólk hava bát ella tí tey fáa frá øðrum, sum sigla ella eru á floti.

Oman fyri sæst, at meiri enn 90% av húskjum sum hava bát tøkan ella bát og neyst tøkt, fingu matískoyti. Har sum bátur ikki var tøkur eru tað 70%, sum fingu matískoyti.

Talvan omanfyri skal takast við fyrivarni, tí bólkarnir “Eigur lutvíst” og “Annað” eru smáir. Kortini ber til at síggja ein mun millum, hvør fekk mest matískoyti. Tey, sum eiga hús fingu væl meiri matiskoyti enn tey, sum búðu til leigu.