Heilsastøða eftir arbeiði og hjúnarstøðu

Tá heilsustøðan verður samanborðin við støðuna á arbeiðsmarknaðinum skal ansast eftir ikki at blanda nøgdsemi við verandi arbeiðsmarknaðarstøðu.

Talvan vísir, at tey, sum arbeiða 35 til 47 tímar um vikuna, eru tey sum siga seg hava bestu heilsu – 90 % svara, at tey hava sera góða ella góða heilsu. Men júst tað kann vera ein av grundunum til, at tey kunnu arbeiða fulla viku ella meiri. Talvan lýsir bert svarpersónar yvir 15 ár.

Hjá teimum, sum arbeiða 15 tímar ella færri um vikuna, eru nakað færri, men samanumtikið sigur nógv tann størsti parturin av teimum, sum arbeiða og av teimum arbeiðsleysu, at heilsan er sera góð ella góð. Í bólkinum óvirkin eru nógvir pensjónistar, og tað sæst eisini aftur, at í tí bólkini er heilsustøðan nakað verri enn í hinum.

Um vit býta øllum yvir 20 ár eftir, hvussu teirra hjúnarstøða er, so eru tað flest av teimum, sum ongantíð eru gift, sum siga seg hava sera góða ella góða heilsu.

Tó er vert at leggja til merkirs her, at spurningurin um hjúnaðarstøðu bert snýr seg um formliga hjúnarstøðu, tað vil siga, at svairni hjá teimum, sum liva í parlagi, er í bólkinum “ongantíð gift/ur”.

Talvan omanfyri vísir, at einkjur lýsa sína heilsustøðu at vera eitt ver betri enn einkumenn. Men stórur munur er á heilsustøðuni hjá einkjum og einkjumonnum samanborið við fólk í øðrum hjúnarstøðum.

Til ber at eisini at seta heilsustøðua saman við, hvussu støðan á arbeiðsmarknaðinum er.

Næstan 90% av teimum, sum hava lønarintøku, sum høvuðsinntøkukeldu siga heilsuna vera sera góða ella góða.