Lítil munur á heilsustøðuni hjá monnum og kvinnum

Spurningurin um heilsu var orðaður "Hvussu er heilsan hjá tær í mun til tín aldur?" Tað vil siga, at hetta er ein spurningur, sum tekur støði í sjálvsfatanini hjá svararunum.

Øll vóru spurd, og svarini siga so, hvussu fólk fata sína egnu heilsu.

Og fyri tey undir 15 ár, hava foreldrini helst svarað, so har er talan um, hvussu foreldini halda heilsuna hjá sínum børnum vera.

Samanumtikið skulu vit upp í aldursbólkin 65-84 ár áðrenn parturin, sum svarar "Sera góð" og "Góð", minkar niður í umleið 50 prosent. Í teimum yngru aldursbólkunum svar millum heilt upp í 90 %, at teirra heilsa er "Sera góð" ella "Góð" í mun ti aldurin.

Munurin millum kynini er ikki stórur. Partur av monnum yvir 84, sum svarar "Sera ring" er nakað størri enn parturin hjá kvinnunum. Og tí tí yngra endanum er nakað flieri kvinnur í aldrinum 15 til 29 ár, sum svara "Sera góð".