Virkisavmarking í gerandisdegnum

Spurningurin um avmarking í dagligum virki ljóðaði: “Er títt dagliga virki avmarkað orsakað av einum heilsutrupulleika ella breki, sum hevur varað ella væntandi fer at vara í minsta lagi 12 mánaðir?” Sum viðmerking til spurningin var nevnt, at svararin eisini skuldi svar ja, um dagliga virkið var avmarkað orsaka av høgum aldri.

Talvan vísir týðiliga, at dagliga virkið avmarkast hjá fleiri, sum tey eldast. Í aldurbólkinum 51-60 ár eru næstan 20%, sum siga at teirra dagliga virkið er avmarka eitt sindur ella nógv.

Hyggja vit eftir dagligu virkisavmarkingini sæst tað aftur, at í Sandoynni og Suðuroynni eru størstu partarnir av fólkinium, sum eru eitt sindur ella nógv avmarkaðir í dagliga virkinum. Ein av orsøkunum er, at miðalaldurin í Sandoynni og Suðuroynni er hægri enn í hinum sýslunum – bæði fleiri eldri búgva har og færri yngri.

Ein spurningur var um fólk mettu, at at í løtuni vóru umstøðu á teirra arbeiðsplássi at arbeiða hjá einum í koyristóli. Sum næstan allir spurningarnir í spurnablaðnum var hesin knýttur at, hvat tann einstaki svararin helt. Svarini skulu tí lesast í tí ljósinum, at hetta er eitt mát fyri, hvussu tey, sum arbeiða halda møguleikarnir eru hjá einum í koyristóli. Hetta var ikki ein spurningu rum atgongd til arbeiðsplássið.

Talvan vísir í Suðurstreymoy eru størsti parturin, sum svarar, at á teirra arbeiðsplássi eru umstøður at arbeiða hjá einum í koyristóli. Svarini vísa, hvat tann einstaki – yvir 15 ár – heldur, sum sítt arbeiðspláss. Sostat halda meiri enn 30% av teimum, sum arbeiða í Suðurstreymoy, at tað ber til at teirra arbeiðsplássi at arbeiða hjá einum í koyristóli. Í hesi talvuni verður einki sagt, um hvat slag av arbeiðsplássi talan er um. Væl hugsandi er, at lutfalsliga stórur partur av arbeiðsplássunum í Suðurstreymoy er skrivstovu ella handilsarbeiði.

Her sæst, at greiður samanhangur er millum støddina á arbeiðsplássinum og møguleikarnar hjá einum í koyristóli at arbeiða. Tess størri arbeiðsplássi er, tess betri tykjast møguleikarnir verða hjá einum í koyristóli at arbeiða.