Vit halda okkum hava góða heilsu

Í spurningurin um heilsu, var spurt: Hvussu er heilsan hjá tær í mun til tin aldur?

Hetta er ein spurningur, bert tekur støði í, hvat tann sum svarar heldur um sína heilsu. Her verður ikki á nakran hátt hugt eftir sjúkrasøgum ella læknaligum metingum. Vit kunnu kalla svarini sjálvuppfataða heilsustøðu.

Svarmøguleikarnir vóru fimm: Sera góð, góð, hampilig, ring og sera ring. Í summum av uppgerðunum eru tey bæði jaligu svarini løgd saman og tey bæði neiligu svarini løgdu saman.

Høvuðstalvan yvir allar føroyingar vísir, at 83% av øllum halda sína egnu heilsu vera góða ella sera góða í mun til aldurin.

Svarini broytast nakað, við árunum. Av teimum, sum eru yngri enn 15 ár svara 76%, at heilsan er sera góð. Og kanska ikki so óvæntað, so minkar parturin, sum svarar sera góð við aldrinum. Millum tey elstu – 85 ár og eldri – vóru 86%, sum svaraðu at heilan var sera góð, góð ella hampilig.

Ein lítil munur sæst á, hvussu fólk kring landið meta sína egnu heilsu. Ein partur av frágreiðingini til, at tað eru fleiri í Sandoynni, sum svara hampiligt og ring, er at parturin av eldri fólki er hægri í Sandoynni enn í hinum sýslunum.

Her sæst eisini ein munur á svarunum eftir støddini á bústaðarøkinum. Men eisini er er ein av forkláringunum, at á teimum smæstu plássunum er fáa undir 15 ár og lutfalsliga nógv eldri.