Av húskjunum eru 40% pør við heimabúgvandi børnum og 26% støk uttan børn

Verða tey 17.441 húskini býtt í bólkar, um tey eru gift pør, ógift pør, støk og so felagshúski, og haraftrat um tey hava heimabúgvandi børn ella ikki, eru tveir bólkar nógv størstir. Tað eru gift pør við børnum, ið eru um 5.400, svarandi til gott 31%, og støk uttan børn, ið eru knappliga 4.500 ella 26%.

Ógift pør við børnum eru um 1.500 ella knappliga 9%, og tilsamans verða tí gift og ógift pør við heimabúgvandi børnum sostatt 40% av øllum húskjum.

Av teim 8.617 giftu pørunum eru 3.211 ella 37% uttan heimabúgvandi børn. Av teimum gott 2.000 ógiftu pørunum eru 544 ella 27% uttan heimabúgvandi børn, tvs. lutfalsliga í nógv minni mun enn hjá giftum pørum.

Í hesi myndini eru húskini skift á fýra høvuðsformar, uttan mun til um tey hava heimabúgvandi børn ella ikki. Tað eru gift pør, ógift pør, støk og so felagsbýli.

Verður hugt eftir hesum býti kring landið, er tað allastaðni so, at nógv tey flestu húskini eru gift pør, og næstflest eru tey støku. So er langt niður til ógift pør, og minst er av húskjum, ið eru felagshúski.

Men býtið í einstøku sýslunum er sera ójavnt. Her skilir Eysturoy seg burturúr øðrumegin, har giftu pøruni eru 57% og tey støku 28%, samanborið við Suðurstreym hinumegin, har giftu pørini bert eru 55% og tey støku 38%.

Á triðju myndini verður bara samanborið millum gift og ógift samlivandi pør. Fyri alt landið eru 81% av pørunum gift og 19% ógift. Hetta býtið er eisini eitt sindur ymiskt kring landið. Í Norðoyggjum eru giftu pørini 88% og tey ógiftu 12%, meðan í Suðurstreymi eru giftu pørini 77% og tey ógiftu 23%. Í Norðstreymi, Vágum og Suðuroy er býtið júst sum miðal fyri alt landið.