Nógv flestu leiðarar eru menn og teir hava fleiri ferðir hægri inntøku enn kvinnur

Av øllum leiðarum á arbeiðsplássunum í Føroyum eru meir enn tríggir fjórðingar menn. Enn størri er ójavnin í  inntøkum: av teim 1.731 leiðarunum, ið hava meir enn 300.000 kr. í tøkari ársinntøku, eru tað bert 1.08 kvinnur ella 6%.  Í hesi uppteljing eru bert persónar millum 30 og 64 ár íroknaðir.

Í fólkateljingini vórðu fólk spurd, um tey vóru leiðarar fyri onnur á arbeiðsplássi teirra, ja ella nei. Í vegleiðingini varð tilskilað, at "í hesum høpi er leiðari ein, sum hevur leiðslurætt og ræðisrætt yvir, hvussu starvsfólk skulu brúka sína tíð og hvat tey skulu gera á arbeiðsplassinum".

Til uppsetingina í hesi grein eru bert persónar í aldrinum 30-64 ár tikin við, fyri at býtið millum leiðarar og ikki-leiðarar ikki skal órógvast av, at bæði í teim yngstu og teim elstu aldursbólkunum eru minni sannlíkindi fyri, at fólk hava eina leiðarastøðu.

Á myndini omanfyri - eins og í útgreinaðu talvuni niðast - er býtið millum leiðarar og ikki-leiðarar gjørt upp fyri menn og kvinnur. Hetta tí at tað er so ógviliga stórur munur millum kynini, bæði tá tað snýr seg um talið av leiðarum, og enn grefligari tá haraftrat verður býtt upp eftir intøkubólkum. Hetta er sera sjónskt á stabbunum í myndini, bæði millum teir ljósablaú kvinnuligi leiðarastabbarnar og teir dimmbláu mannligu leiðarastabbarnar. Tað sama ger seg galdandi millum teir ljósagrønu og dimmgrønu ikki-leiðarastabbarnar.

Stóri munurin millum menn og kvinnur, tá tað snýr seg um, hvussu nógv eru leiðarar í ymisku inntøkubólkunum, sæst á myndini omanfyri. Eisini í teim lægstu inntøkubólkunum eru mannligu leiðararnir í stórari yvirvág. Niðan fyri 300.000 eru tað meir enn dupult so nógvir mannligir sum kvinnuligir leiðarar. Og oman fyri 300.000 eru tað so at siga bara mannligir leiðarar: av teimum 1.731 leiðarunum í hesum inntøkubólkunum eru tað bara 108, svarandi til 6%, ið eru kvinnur.

Tey nágreiniligu tølini síggjast í talvuni niðanfyri.