Flestu menn gera eitthvørt húsligt arbeiði, men ikki so nógvar tímar

93% av øllum kvinnum og 79% av øllum monnum gera eitthvørt húsligt arbeiði. Men beinanvegin vit býta húsliga arbeiðið upp eftir, hvussu nógvir tímar verða brúktir til hetta í eina viku, koma stórir munir fram millum kynini. Í hesi uppgerð eru børn yngri enn 15 ár ikki tald við.

Meðan bert 17% av kvinnunum gera húsligt arbeiði í færri enn 5 tímar um vikuna, eru tað 37% av monnunum, ið brúka færri enn 5 tímar til hetta endamálið. Í hesum tølunum skal havast í huga, at ung 15-29 ára gomul eru við í uppgerðini, og hjá allar flestu teirra er húsliga arbeiðstímatalið í tí lægsta endanum.

Myndin vísir skilliga stóra munin á, hvussu nógva orku kvinnur leggja í húsliga arbeiðið, samanborið við menn. Við færri enn 5 tímum eru tað meir enn dupult so nógvir menn. Øvugt er, tá vit fara upp um 15 tímar, tí nú eru 3-5 ferðir oftari kvinnur enn menn, ið brúka so nógvar tímar til húsliga arbeiðið. Tað er kanska vert at leggja til merkis, at tað eru 30% av monnunum, ið brúktu 5 til 14 tímar til húsliga arbeiðið fyri vikuna, tá spurt varð.

Í myndini omanfyri verður húsliga arbeiðið býtt eftir aldri hjá kvinnum og monnum. Tað er eitt greitt mynstur fyri bæði kyn:

  • húsliga arbeiðið er minst hjá teim yngstu og teim elstu, tó so at teir yngstu menninir brúka munandi minni orku til hetta endamálið enn teir elstu.
  • annars er húsliga arbeiðið mest og púrasta javnt hjá øllum aldursbólkunum heilt frá 30 til 70 ár.
  • kanska er óvæntað, at munurin millum kvinnur og menn er størstur hjá teim yngstu og so minkar við aldrinum.

Munurin millum kynini kemur týðiligast fram, tá vit bæði hyggja at tímanýtsluni og aldrinum samstundis. Av tí at myndin hevði verið ov fløkjaslig við báðum kynum, er hetta lýst við 2 myndum, tann fyrra fyri kvinnur og tann seinna fyri menn. Báðar hava tó sama skala, ið gongur upp til 70%, so til ber at samanbera beinleiðis.

Hjá kvinnum eru tað bara ættarliðini yngri enn 30 ár, ið skilja seg burturúr við nógv lægri tímanýtslu til húsliga arbeiðið. Síðani er javnt mynstur allan vegin upp til og við teim elstu.

Hjá monnum líkjast ungu ættarliðini enn meira frá hinum, og heilt upp til 30 ár er ein tímanýtsla niðan fyri 5 tímar enn meira ráðandi. Eisini hjá monum er eitt javnt mynstur frá 30 ára aldri heilt upp til teir elstu, men tó eitt øðrvísi lutfall enn hjá kvinnum: hjá kvinnum var tímanýtslan yvir 15 tímar nógv tann vanligasta. Hjá monnum er hon nógv tann minsta.

Í aðrari hagtalsmynd, ið finst høgrumegin á hesi síðuni, verður hugt eftir, um munur er millum ymisku sýslurnar í hesum viðurskiftum.