Lønarinntøka og pensjónir tryggja lívsins uppihald

Manntal: Lønarinntøka og pensjónir eru høvuðskeldurnar til lívsins uppihald hjá nógv teimum flestu í Føroyum.

Øll yvir 15 ár vóru spurd um høvuðskelduna til lívsins uppihald. Eisini í hesum hagtølunum skiltu Sandoyggin og Suðuroyggin seg eitt sindur frá hinum økjunum.

Tey, sum høvdu lønarinntøku, sum høvuðsinntøkukeldu, vóru heldur færri í Sandoynni og Suðuroynni enn í hinum økjunum. Sunnanfyri Skopunarfjørð vóru umleið helvtin av øllum yvir 15 ár, sum høvdu lønarinntøku sum høvuðskeldur til lívsins uppihald. Samstundis vóru tey, sum fyrst og fremst livdu av pensjónum væl fleiri í sama øki. Sum í nógvum øðrum hagtølum er ein orsøk, at partur av gomlum var størri í Sandoynni og Suðuroynni enn í hinum økjunum.

Talvur um inntøkukeldur síggjast her.