Nógv sjálvboðið umsorganararbeiði

Tað er ellinti hvør av øllum borgarum, ið ger ólønt røktar- ella umsorganararbeiði. Tilsamans eru tað stívliga 4 túsund fólk av útvið 40 túsund (yngri enn 15 ár eru ikki íroknað), ið gera eitthvørt umsorganararbeiði í eitt ávíst tímatal um vikuna. Tað svarar til 11% av øllum.

Tá spurt verður um, hvussu nógvar tímar fólk brúka til hetta endamál, so eru sjálvsagt flest, 2.300 fólk, við nøkrum fáum tímum, tvs. færri enn 5 tímar. Men eisini nógv, stívliga 1.100, ið brúka millum 5 og 14 tímar. Tað eru eisini nógv, um 680 fólk, ið gera ólønt røktar- ella umsorganararbeiði í meir enn 15 tímar um vikuna.

Tá tað kemur til kynini, eru kvinnurnar nakað raskari enn menninir til at taka hetta umsorganararbeiði upp á seg, 13% av kvinnunum og 9% av monnunum. Hetta lutfallið er nakað tað sama, uttan mun hvussu nógvir tímar verða brúktir til endamálið.

Tá tað kemur til aldur er rættiliga stórur munur á, hvussu nógv gera nakað ólønt umsorganararbeiði. At tað er minst hjá teim ungu kemur helst av teirri orsøk, at tey enn ikki hava gomul fólk í familjuni. Og at tað síðan er næstminst hjá teim elstu kemur helst av teirri orsøk, at tey í størri mun enn tey yngru sjálvi hava tørv á eini hjálpandi hond.

Tað eru tey í miðjum árum, ið oftari enn hini gera ólønt umsorganararbeiði, og serstakliga tey, sum eru 50-64 ára gomul. Her eru tað heili 21% av kvinnunum og 12% av monnunum, ið hjálpa til við umsorgan.

Á triðju myndini verður hugt eftir bæði kyni og aldri hjá fólki og longdini á umsorganararbeiði. M.a. sæst av myndini, at tað er serliga í eldru aldursbólkunum frá 50 árum og uppeftir, at tað er tann størsta tímanýtslan til umsorganararbeiði.