Høvuðskeldur til at gjalda fyri lívsins uppihald

Tað kunnu vera ymiskar keldur hjá einstaklingum og húsarhaldum til at útvega tað, sum skal til, fyri at gjalda til lívsins uppihald. Tað kunnu verða inntøkur, veitingar og stuðul av ymiskum slag.

Nú eru nógv, ið kunnu hava meir enn eina uppihaldskeldu, og tí vóru fólk í teljingini spurd, hvør var tann mest týðandi keldan til lívsins uppihald.

Hvat ið er mest týðandi uppihaldskelda kann skifta, eftir hvørjum aldri ein er í, ungdóms-,  eldra- ella í miðjum árum, eftir kyni, møguliga eftir, hvar ein býr og annars  eftir ymiskum lívsumstøðum.

Her hyggja vit at, hvussu býtið er fyri allar føroyingar, menn og kvinnur. Í teiginum høgrumegin her á síðuni eru aðrir grafar, ið lýsa uppihaldsviðurskiftini í ymisku sýslunum og í ymiskum aldursbólkum.

Í talvuni og grafisku myndunum niðanfyri eru inntøku- og uppihaldskeldurnar flokkaðar í 8 høvuðskeldur. Tær vísa, hvussu býtið er millum fólkið eftir hesum høvuðskeldum í prosentum, og á seinna grafinum sæst býtið ávikavist hjá monnum og kvinnum.

Børn yngri enn 15 ár eru ikki við í uppgerðini, sum tá fevnir um 37.965 fólk.

Ikki óvæntað er lønarinntøka høvuðskeldan hjá nógv teim flestu, útvið 60%. Men so sæst, at hjá heili 20% - ella fimtahvørjum - er pensjón høvuðsálitið, har aftur nógv størsti parturin (18%) er fólka- og fyritíðarpensjón og ein lítil partur (2%) er pensjón frá øðrum almennum og privatum skipanum.

Lønarinntøka og pensjónir standa fyri útvið 80% av høvuðsuppihaldskeldunum.

Tá vit hyggja at teim næstu 6 bólkunum er helst meira óvæntað, at her er stuðul frá foreldrum ella aðrari familju størstur við umleið 6%. Vit skulu tá hava í huga, at eisini børn og ung heilt niður í 18 ár telja við í býtinum.

Síðani koma lið um lið á fjórða og fimta plássið lestrarstuðul og tryggingarveitingar fyri arbeiðsloysi, sjúku og barsil.

At enda er kanska merkisvert, at tað eru einans 2,3%, ið siga at høvuðsuppihaldskeldan er inntøka hjá hjúnafelaga ella maka.

Ein ávísur munur er millum kvinnur og menn viðvíkjandi uppihaldskeldu: Lønarinntøka er høvuðsálitið hjá nakað fleiri monnum enn kvinnum.

Øvugt er almannapensjón høvuðsálitið hjá nakað fleiri kvinnum enn monnum. Her telir við, at kvinnur liva longri enn menn og væl feliri kvinnur enn menn eru í aldursbólkunum frá 67 árum og eldri.

Aðrir munir av týdningi eru, at væl fleiri menn enn kvinnur hava inntøku av egnum virki o.l. sum høvuðskeldu, og øvugt væl fleiri kvinnur enn menn hava inntøku hjá hjúnarfelaga ella maka sum høvuðskeldu.