14% av øllum lesandi eru fjar- og heimalesandi

Umframt at ganga í regluliga í skúla ella til undirvísing á øðrum útbúgvingarstovni eru fleiri - tað eru 941 ella 14% av øllum lesandi - ið fáa sær útbúgving við fjarlestri ella sum heimalesandi.

Sostatt eru nógv flest, 86%, ið møta upp til vanliga undirvísing í skúla ella lestrarstaðið. Men tað er eitt sindur ymiskt, hvussu hetta er hjá kvinnum og monnum og í ymiskum aldursbólkum.

Á myndini niðanfyri sæst hvussu lesandi menn og kvinnur eru í tali, býtt á aldur og á lestrarhátt.

Í aldursbólkinum 15-24 ár er vanlig skúlagong og lestur tað altráðandi, men beinanvegin vit koma til teirra oman fyri 25 ár er um ein triðingur av lestrinum fjar- og heimalestur.

Nú sær eftir yngsta aldursbólkinum at døma, sum um tað eru fleiri lesandi menn enn kvinnur. Men nú eru nógv færri kvinnur enn menn í hesum aldursbólkinum (3.087 móti 3.606), so tá vit rokna tey lesandi her í mun til fólkatali, verður tað 66% hjá kvinnum og 62% hjá monnum.

Tann triðja myndin vísir bara talið av fjar- og heimalesandi, býtt á aldur og kyn. Frá tí yngsta til tann elsta aldursbólkin er nógv veksandi tal, serliga av kvinnum, ið brúka henda lestrarháttin. Tilsamans eru tað 542 kvinnur og 399 menn.