Góður triðingur hevur miðhøga og hægri útbúgving - av hesum fleiri menn enn kvinnur

Í fólkateljingini vórðu fólk spurd, hvør teirra hægsta útbúgving var. Úrslitið verður ymiskt, alt eftir hvussu gamal man er, um man er maður ella kvinna, og eisini hvar man býr í landinum. Í hesi fyrstu grein verður ein heildarmynd, ið vísir hvussu útbúgvingarstigið skiftir eftir kyni og aldri. Seinni verður hugt at, hvussu ymiskt tað er kring landið. Her verða útbúgvingarnar flokkaðar í nakrar fáar høvuðsbólkar. Aftur seinni verður farið niður í meira nágreiniligt býti av einstøkum útbúgvingum.

Taka vit fyrst øll við, sum eru frá 15 árum og uppeftir, eru tað 36%, ið bert hava fólkaskúla og møguliga okkurt stutt skeið aftrat. Umleið líka nógv hava miðnám og yrkisbúgving. So eru tað 27%, ið hava miðhøgar og hægri útbúgvingar.

Avmarkað vit okkum til teirra, sum eru 25 – 64 ár, eru tað nógv færri - ein lítil fjórðingur ella 23% - sum bara hava fólkaskúla umframt møgulig stutt skeið, og fleiri - ein stórur triðingur ella 35% - ið hava miðhøga ella hægri útbúgving.

Í talvuni niðanfyri sæst, hvussu útbúgvingarnar eru flokkaðar. Her eru aftur øll við frá 15 árum og uppeftir:

  • Av teimum við miðnám og yrkisútbúgvingum eru tríggir fjórðingar yrkisútbúgvingar. Kvinnurnar eru í meiriluta við miðnámsútbúgving og menn við yrkisútbúgving;
  • Miðhøgar útbúgvingar eru t.d. lærarar, námsfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar, skiparar, skipsførarar, maskinmeistarar og ymsar bachelor-útbúgvingar. Í flest førum er kynsbýtið sera ójavnt, har tað eru næstan bara menn við maritimu útbúgvingunum og kvinnurnar dominera innan náms- og heilsuútbúgvingum.
  • Av teimum við hægri útbúgvingum, master-, kandidat- og granskaraútbúgving, eru tað munandi fleiri menn enn kvinnur, ávikavist 64% menn og 36% kvinnur:

Broytt kynsbýti í útbúgvingarstigi við ungu aldursbólkunum

Í stabbamyndunum og talvuni omanfyri er stórur ójavni í kynsbýtinum viðvíkjandi útbúgvingarstigi: tað eru munandi fleiri kvinnur, ið bert hava fólkaskúla umframt møgulig styttri skeið, og munandi fleiri menn við miðhøgum og hægri útbúgvingum.

Men greina vit útbúgvingarstigið í smærri aldursbólkar, sæst týðiliga, at vend er komin í.

Í yngstu aldursbólkunum 15-24 ár er ongin munur. Men serliga í øllum aldursbólkunum frá 45 árum og uppeftir verður kynsbýtið skeivari og skeivari. Longu frá 55 ára aldri eru tað umleið dupult so nógvar kvinnur sum menn við lægsta útbúgvingarstigið - og dupult so nógvir menn við miðnáms-, yrkis-, miðhøgum og hægri útbúgvingum.

Broytingin sæst í aldursbólkinum 25-34 ár. Her hava kvinnurnar lagt menninar afturum, og nú eru menn í meiriluta við teim lægstu úgbúgvingunum og kvinnur í meiriluta við miðhøgum og hægri útbúgvingum.

Viðmerking: flokkingin í høvuðs- og undirbólkar er gjørd eftir altjóða leisti.