Jú hægri útbúgving, jú hægri inntøku

Úr fólkateljingini ber til at síggja, hvussu inntøkan broytist við hækkandi útbúgving. Útbúgving er flokkað í 4 høvuðsbólkar eftir útbúgvingarstigi, og inntøka er tøk ársinntøka, tvs. eftir skatt, og er bólkað í 4 inntøkubólkar. Aldursbólkurin er 25 - 64 ár, tí her eru tey flestu liðug við teirra útbúgving og tey eru enn virkin á arbeiðsmarknaðinum.

Tað er onki óvæntað, at greitt samband er millum útbúgving og inntøku. Men í fólkateljingini kunnu vit staðfesta, í hvussu stóran mun inntøkan økist við hækkandi útbúgving. Og hvussu ymiskt hetta ger seg galdandi fyri kvinnur og menn.

Myndin vísir prosentvísa inntøkubýtið innan fyri hvørt útbúgvingarstig, og hon skal sum dømi lesast soleiðis: Av monnum, ið hava fólkaskúla umframt møguligt stutt skeið aftrat sum hægstu útbúgving, eru 14%, ið hava tøka ársinntøku niðan fyri 100.000, og 8% har tøka ársinntøkan er oman fyri 300.000. Hjá teimum við hægri útbúgving eru 5%, ið hava tøka ársinntøku niðan fyri 100.000, og 40% har tøka ársinntøkan er oman fyri 300.000.

Hóast munur er á myndini hjá monnum vinstrumegin og kvinnum høgrumegin, er mynstrið tað sama:

  • Annan vegin eru bæði teir ljósagrønu inntøkustabbarnir (minni enn 100.000 kr) og teir miðgrønu (100-200.000 kr.) minkandi við hækkandi útbúgving.
  • Hinvegin eru bæði teir bláu inntøkustabbarnir (200-300.000 kr.) og teir myrkabláu (yvir 300.000 kr.) veksandi við hækkandi útbúgving.

Broytingin í inntøku er stór frá lægsta til hægsta inntøkubólkin - og broytingin er nógv størri hjá kvinnum enn hjá monnum:

  • Av monnum við lægstu útbúgving eru 32% við tøkari ársinntøku oman fyri 200.000, samanborið við 80% hjá teimum við hægstu útbúgving.
  • Av kvinnum við lægstu útbúgving eru tað bert 6%, ið hava eina tøka ársinntøku oman fyri 200.000, samanborið við 74% hjá teimum við hægstu útbúgving.

Í talvuni niðanfyri er tal av monnum og kvinnum í 4 høvuðsbólkum eftir útbúgvingarstigi og í 6 inntøkubólkum, har tey við inntøku oman fyri 300.000 aftur eru útgreinað í 3 bólkar.

Viðmerking: inntøka er øll inntøka, lønarinntøka, inntøka av egnum virki, kapitalinntøka, pensjónsinntøka, veitingarinntøka og studningur.