Nógv, serliga í miðjum árum, fara á skeið

“Hevur tú verið á skeiði ella fingið nakra undirvísing seinastu 30 dagarnar?” Soleiðis var ein av spurningunum í fólkateljingini, har fólk kundu svara ja ella nei. Her kann skeið ella líknandi bæði fevna um skeið í samband við arbeiði, kvøldskúla og frítíðarundirvísing.

Tað eru rættiliga nógv, 4.286 fólk, ið høvdu verið á skeiði ella fingið onkra undirvísing. Tað svarar til 15% av fólkatalinum í aldursbólkunum.

Tá eru tey frároknað, ið eru yngri enn 25 ár, og tey, sum annars ganga í skúla ella eru undir onkrari útbúgving.

Skeiðsluttøka o.l. er sjálvsagt ymiskt eftir aldrinum, so sum tað eisini sæst í talvuni og myndini omanfyri. Men tað fyrsta man bítur merki í, er tann stóri munurin millum kynini: at tað eru nógv fleiri kvinnur enn menn í øllum aldrum - eins og í flestu øðrum uppgerðum um útbúgving og kyn.

Viðvíkjandi aldri eru hægstu tølini í aldursbólkunum 35-44 ár, gott 700 kvinnur og knappliga 600 menn. Nakað tað sama hjá teim 45-54 ára gomlu, knappliga 700 kvinnur og 500 menn. Merkisvert, at eisini í aldursbólkinum 55-64 ár er hugurin stórur til hetta virksemi, eini 500 kvinnur og 350 menn.

Verða tølini fyri menn og kvinnur roknað í % av teirra fólkatali í hvørjum bólki sær, fáa vit eina betri samanlíkniliga mynd.

Nú broytist myndin nakað, og serliga verður munurin millum kynini enn størri. T.v.s. at kvinnurnar vera upp aftur virknari á hesum øki, tá vit rokna títtleikan, við at seta tølini í mun til fólkatalið. Tá tað snýr seg um aldur, er títtleikin framvegis størstur hjá 35-44 ára gomlum, men nú er hann tann sami hjá 25-34 ára gomlum sum hjá 55-64 ára gomlum.

Tá tey sum eru í útbúgving verða tikin við

Í talvuni og myndunum omanfyri eru tey frároknað, sum hava upplýst at tey annars ganga í skúla ella eru í holt við onkra útbúgving. Í talvuni og myndini niðanfyri eru nú øll við, uttan mun til um tey annars ganga í skúla ella eru undir útbúgving. Tá veksur talið sjálvsagt, tí nú koma fleiri av hesum, ið ganga í skúla ella eru í útbúgving at svara ja til spurningin um skeiðsluttøku ella aðra undirvísing, tí tey kunnu uppfata hetta sum ein part av teirra vanligu skúlagongd ella útbúgving.

Nú eru tað heili 6.135 ella 22% av øllum, ið siga seg hava verið á skeiði ella onkrari undirvísing síðstu 30 dagarnar. Og býtið millum aldursbólkarnar broytist av tí sama, tí nú koma fleiri av teimum ungu undir útbúgving at telja við. Munurin millum kynini broytist tó ikki.

Myndin broytist uppaftur meir (sí niðanfyri), nú tá vit rokna skeiðsluttøkuna o.l. undirvísing í mun til talið av kvinnum og monnum í hvørjum aldursbólki sær. Nú er títtleikin størstur hjá teim yngstu og minkar støðugt við aldrinum. Munurin millum kynini er tó alsamt líka stórur: títtleikin hjá kvinnum er meir enn ein 1/3 størri enn hjá monnum.