Bert 15% av húskjunum hava ongan bil

At bilurin er í hvørjum húski er næstan satt. Tó eru 15 % av húskjunum – 2.536 húskir – sum ikki hava bil. Samstundis er ein triðingur av øllum húskjum, sum hava meiri enn ein bil at taka til í gerandisdegnum.

Kynsbýti fyri trúargrein og samkomutilknýti

Talvan vísir, hvussu býtið er millum menn og kvinnur í teimum ymisku trúargreinunum, sum eru umboðaðar í Føroyum. Spurningurin var sjálvboðin, og yvir 91 % valdu at svara. Spurningur varð bert settur teimum, sum vóru 15 ár og eldri.

Síður