Tilflytingin í 90-unum

Av teimum 48.346 fólkunum, ið búðu í Føroyum tann 11.11.2011 vóru umleið 19.000 ella 40%, ið hava búð uttanlands og eru flutt higar at búgva í árunum 1980-2011. Góð 1000 av teimum fluttu til Føroya í tíðarskeiðnum 1980 til 1984.

Eitt kristið samfelag

Øll yvir 15 ár vórðu spurd, hvørja trúgv tey høvdu. Hetta var ein av spurningunum, sum tað var sjálvboðið at svara. Í fólkateljingarhøpi verður trúgv hildin at vera ein viðbrekin spurningur. Serliga verður hugsað um støður í øðrum londum bæði fyrr og nú, har fólk kunnu koma illa fyri, um tey verða skrásett í einum ávísum trúarbólki.

Flestu menn gera eitthvørt húsligt arbeiði, men ikki so nógvar tímar

93% av øllum kvinnum og 79% av øllum monnum gera eitthvørt húsligt arbeiði. Men beinanvegin vit býta húsliga arbeiðið upp eftir, hvussu nógvir tímar verða brúktir til hetta í eina viku, koma stórir munir fram millum kynini. Í hesi uppgerð eru børn yngri enn 15 ár ikki tald við.

Vinnutíttleikin í Føroyum og Íslandi hægstur í Europa

Av 34 londum í Europa er vinnutíttleikin størstur í Føroyum og Íslandi, roknað fyri bæði kyn tilsamans. Vinnutíttleiki er arbeiðsfjøldin, t.vs. tey ið eru virkin ella tøk á arbeiðsmarknaðinum, í % av øllum fólkatalinum í vinnuførum aldri, her avmarkað til teirra millum 15 og 75 ár.

Síður