Eysturoyingar hava flest bilar fyri hvørt húski

At hava bil er hjá nógvum neyðugt, sum summi halda at okkurt slag av frælsi er knýtt av at eiga vil. Og bilur er næstan í hvørjum húski. 85% av øllum í landinum hava ein ella fleiri bilar.

Flest uttan fyri Havnina, hava atgongd til frítíðarbústað

At hava frítíðarbústað kann bæði vera at hava eini summarhús og hava eini hús hjá familju ella kenningum til taks. Spurningur leggur seg meiri á tað borðið, sum hevur við lívsgóðsku at gera. Hvørjar møguleikar hava húski at fara at ferðast í frítíðarbústað.

Fáir leigarar í Føroyum – og flestu teirra búgva í Havn

Av øllum teim 17.441 húskjunum í Føroyum vóru tað bert 2.022, ið búðu til leigu. Hetta svarar til 11, 6%. Um vit samanbera við støðuna við síðstu fólkateljing 34 ár frammanundan, er onki hent hesum viðvíkjandi. Tí tá vóru lutfalsliga líka nógvir – ella fáir – leigarar í Føroyum, nevnliga 11,7%.

Í Eysturoy eru børn í 47% av húskjunum – í Sandoy 36%

Húskini eru ymisk til støddar og í samanseting eftir aldri, kyni og eftir aldurssamanseting hjá børnunum í húskjunum. Fyri alt landið eru tað 44% av øllum húskjunum, har børn búgva. Í hesi uppgerðini tosa vit um heimabúgvandi børn undir 25 ár. Tey eru býtt í fýra bólkar: 0-6 ár, 7-14 ár, 15-17 ár og 18-24 ár.

Síður