14% av øllum lesandi eru fjar- og heimalesandi

Umframt at ganga í regluliga í skúla ella til undirvísing á øðrum útbúgvingarstovni eru fleiri - tað eru 941 ella 14% av øllum lesandi - ið fáa sær útbúgving við fjarlestri ella sum heimalesandi.

Nógv, serliga í miðjum árum, fara á skeið

“Hevur tú verið á skeiði ella fingið nakra undirvísing seinastu 30 dagarnar?” Soleiðis var ein av spurningunum í fólkateljingini, har fólk kundu svara ja ella nei. Her kann skeið ella líknandi bæði fevna um skeið í samband við arbeiði, kvøldskúla og frítíðarundirvísing.

Flestu menn gera eitthvørt húsligt arbeiði, men ikki so nógvar tímar

93% av øllum kvinnum og 79% av øllum monnum gera eitthvørt húsligt arbeiði. Men beinanvegin vit býta húsliga arbeiðið upp eftir, hvussu nógvir tímar verða brúktir til hetta í eina viku, koma stórir munir fram millum kynini. Í hesi uppgerð eru børn yngri enn 15 ár ikki tald við.

Eitt kristið samfelag

Øll yvir 15 ár vórðu spurd, hvørja trúgv tey høvdu. Hetta var ein av spurningunum, sum tað var sjálvboðið at svara. Í fólkateljingarhøpi verður trúgv hildin at vera ein viðbrekin spurningur. Serliga verður hugsað um støður í øðrum londum bæði fyrr og nú, har fólk kunnu koma illa fyri, um tey verða skrásett í einum ávísum trúarbólki.

Samkomutilknýti

Øll yvir 15 ár vórðu eisini spurd, hvørjar kristnar kirkjur, fríkirkjur ella samkomubólkar tey høvdu tilknýti til. Tá hugt verður eftir talvunum til henda spurningin, er vert at hava í huga, at tey sum svaraðu, kundu velja øll svar, sum passaðu. Hetta merkir, at talið á svarum er størri enn talið á persónum, sum hava svarað.

Síður